Klaksvik.fo - Forsíða
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Avgreiðslutíðir
Mánadag til fríggjadag
frá kl. 10:00 til kl. 16:00



Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Norðurjól 2017

14-11-2017

Triðja árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum vælkomnum á Norðurjól - eitt uttandura tiltak fyri alla familjuna, har jólahugnin er í hásæti.

Tiltakið verður í Vágstúni og kring jólatræið í Klaksvík leygardagin 2. desember frá kl. 10.00- 17.00. Á skránni verður livandi tónleikur, undirhald til børn og vaksin, forkunnugar sølubúðir, piparkøkuhúsakapping og jólabitar úr heimsins heraðshornum.

Sølubásarnir bjóða sniðgivnar vørur, føroyska framleiðslu og serstakar vørur úr Norðoyggjum. Eisini verður heit súpan, nýkókaðar kleynur og annað gott at fáa.

Á pallinum verður kórsangur og ymiskar framførslur – eitt nú frá Hans Andrias og Bubu, sum sjálvsagt verður í jólahýri.

Jólatræið verður tendrað kl. 15.30, og tá spælir Klaksvíkar Hornorkestur.

Tá ið jólatræið er tendrað, trínur Hallur Joensen á pall við við eini serstakari jólaframførslu.

Myndaboks er við, so góður møguleiki er at ogna sær eina jólamynd saman við familju, vinum, makanum osfr.

Piparkøkuhúsakappingin, sum fyrstu ferð varð hildin í samband við Norðurjól í fjør, eydnaðist so væl, at hon verður endurtikin í ár.

Skrá og nærri kunning um piparkøkuhúsakappingina kemur seinni.

Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið
Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið

 

» Far til tíðindasavnið

 
Leita


Tiltøk
26-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo