Klaksvik.fo - Forsíða
 
Kommunan | Kunning | Vinnulív | Mentan og frítíð | Børn og ung | Eldri | Umhvørvi | Heilsa og trygd | Bygging og bústaður | Sjálvgreiðsla / Oyðubløð
Snarvegir
Barnagarðar
Bókasavn
Bussleiðin
Býráðssamtyktir
Eldraheim
Endurnýtslan
Innihaldsyvirlit
Klaksvíkar Sjúkrahús
Kommunulæknar
Leys størv
Løgregla
Svarta talva
Umsóknarbløð
Viðarlund
 

 




 

 


 
 


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00


22-06-2012

Fjølbroytt skrá fyri útoyggjastevnuna í Svínoy leygardagin

Stórsligna og náttúruvakra Svínoy verður hesaferð vertur fyri útoyggjastevnuni, ið verður leygardagin 23. juni 2012, og skráin hevur eisini nógv at bjóða – eisini onkrar spennandi ætlanir!

Til onkrar útoyggjastevnur hevur talið av vitjandi onkuntíð táttað í túsund, og um nøkur útoyggj er ment at hýsa stórum tiltøkum, so er tað júst Svínoy við sínum vøkru víddum og lutfalsliga stóru bygd.
At nýggja sambýlið, Gamligarður, verður reist nú beint áðrenn útoyggjastevnuna, víðkar um møguleikarnar fyri at hýsa størri tiltøkum í Svínoy, tí tann bygningurin gevur nógvar nýggjar møguleikar til oynna.

Bátaframsýning og framtíðarætlan
Á útoyggjastevnum hittast fólk frá øllum útoyggjunum og onnur við.
Árligi aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum er fastur táttur á skránni umframt mong onnur forvitnislig tiltøk.
Í ár hava svínoyingar valt at sýna fram fleiri av teimum gomlu, føroysku bátunum, sum eru í Svínoy.
Ymsar aðrar framsýningar verða eisini. Millum annað verður at síggja ein framtíðarætlan fyri svínoynna.

Sangframførsla og miðsummarbál
Har verða myndaframsýningar og gongutúrar. Símun Hansen greiðir frá søguligum støðum í bygdini. Heri Joensen prestur greiðir frá kirkjuni, og sangarar úr Havnarkórinum við Ólavi Hátún luttaka við sangi. Um kvøldið verður útimøti og seinni aftur verður felags bál í fjøruni, har Jóannes Hansen heldur røðu, og fólk hugna sær við samveru og sangi.
Fyrireikararnir vóna, at mong vilja leggja leiðina út til Svínoyar um vikuskiftið, og øll eru væl komin.

Skráin
Skráin fyri útoyggjastevnuna í Svínoy leygardagin 23. juni 2012 er henda:

9.00 -11.00 Morgunmatur í Lærarahúsunum
10.30 Aðalfundur í skúlanum
11.00 Rennikapping - Treysti skipar fyri
11.00 - Gamli handilin hjá Óla Hans er opin. Har fáast seðlar til kondibingo.
11.30 Túrur út á Dragan - Marius á Geilini sigur frá
12.00 – 14.00 Døgurði kann keypast í Lærarahúsinum
13.00 Seyðahundakynstur verður at síggja omanfyri Dansistovuna
14.00 Stevnan verður sett uppi á Fløtti - Óli á Geilini heldur røðu
14.30 Bátaframsýning undir Túvubakka. Ólavur Hátún og Bjarni Jacobsen greiða frá bátunum
14.30 - 19.00 Loppumarknaður í Nýggja Neysti
14.30 - 21.00 Myndaframsýning í skúlanum
14.30 - 21.00 Salurin “Smyrna” er opin. Sjónband við Edvard í Svínoy, Jukim Olsen o.ø.verður at síggja.
14.30 Svínoyarætlan um bátasavn verður sýnd fram í Dansistovuni.
15.00 - 18.00 Ymiskt fyri børn uppi á Váli
15.00 Fótbóltskapping fyri børn. Síðsta freist at melda til er kl. 14.30.
15.00 Farið verður eystur í Árants holu, har Óli á Geilini greiðir frá
15.30 Togtogan
16.00 Heri Joensen greiðir frá kirkjuni. Sangarar úr Havnarkórinum við Ólavi Hátún sum leiðara syngja.
16.45 Gongutúrur runt í bygdini, har Símun Hansen greiðir frá.
18.00 Heri Joensen greiðir frá kirkjuni. Sangarar úr Havnarkórinum við Ólavi Hátún sum leiðara syngja.
19.00 Útimøti í Túninum - Klaksvíkingar skipa fyri
21.00 Miðsummarbál í fjøruni. Jóannes Hansen heldur røðu og vit syngja saman.
22.00 Føroyskur dansur í Dansistovuni

Matsøla verður í Íshúsinum og í Lærarahúsinum

Útoyggjastevnunevndin
/ við Óla á Geilini
Tel: 281105

 

» Far til tíðindasavnið

 
 
Tiltøk
01-02-2013
Skrá fyri Dagtilhaldið Sóljan
21-09-2014
Guðtænasta 2014
Send tiltak til okkum
Svartatalva
Stuðulsgrunnurin til vinnuligar verkætlanir í Klaksvíkar Kommunu
Nýggir útsøluprísir í grótbrotinum
Endurnýtslan
Broyting í Almennu Byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu
Politiskur kalendari
september 2014
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930          
 
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Leita
Nýt kassan at leita í síðuni:


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula