| Leysgangandi hundar o.a. Fráboðanir um leys djór skulu gevast til politistøðina, tlf. 45 53 48, haðani boðini fara víðari til hundafangaran, sum kemur eftir djórinum. Tað verður sagt um hundin, at hann er menniskjans besti vinur. Hinvegin kann ein illa ansaður hundur eisini gerast ein trupulleiki fyri umhvørvið og trivnaðin. Í §3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar er m.a. ásett, at “ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu...” Í januar 2009 setti kommunan í verk eina skipan við hundafangara, sum hevur til endamáls at hundarnir í kommununi verða havdir í tráð við galdandi lóg á økinum. Tað er ábyrgd teirra, sum hava hund, at taka upp eftir honum. Leysir hundar jagstra alt, ið rennur undan, og teir kunnu skapa angist. Børn kunnu fáa hundaangist fyri lívið. Heitt verður á allar hundaeigarar um at halda galdandi reglur fyri hundahald. Fráboðanir um trupulleikar av hundum kunnu vendast til løgregluna, tlf. 45 53 48, sum sendir boð eftir hundafangaranum, ella beinleiðis til hundafangaran á tlf. 21 32 42. - - -Nærri kunning um galdandi reglur og mannagongdir er at finna á heimasíðu løgreglunnar á hesari slóðini: http://www.politi.dk/Faeroeerne/fo/Borgerservice/Hittedyr/ Leys djór Fráboðanir um leys djór skulu gevast til politistøðina. Upptikin djór Húsdjór, ið ganga leys, kunnu vera tikin upp av politinum. Somuleiðis kunnu seyður og ross vera upptikin. Upptikin djór vera útflýggjaði eigaranum móti rindan av teimum útreiðslum, ið staðist hava av upptøkuni. Lýst verður í svørtutalvu, um politiið hevur tikið upp okkurt djór. Svartatalva finst í øllum bygdum. Í Tórshavn er svartatalva á býráðssalinum. Upplýsing um upptikin djór fæst eisini við at venda sær til politistøðina. Gjøld Gjald verður kravt av ánara fyri upptøku og vistarhald av djórum, sum eru tikin upp. Gjøldini fyri upptøku og vistarhald eru hesi: Hundar: - Fast upptøkugjald: kr. 300,00
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, hundurin er í varðveitslu: kr. 125,00.
Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór: - Fast upptøkugjald: kr. 125,00.
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, djórið er í varðveitslu: kr. 35,00
Seyður - Fast upptøkugjald: kr 125,00
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey fyrstu 6 samdøgrini, seyðurin er í varðveitslu: kr. 60,00
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur síðani: kr 35,00
Ross og onnur stór djór - Fast gjald: kr 600,00
- Fóður fyri hvørt nýkomið samdøgur, djórið er í varðveitslu (uttandura): kr 125,00
Bót fyri brot á hundalógina Umframt upptøkugjald og gjald fyri vistarhald, verður bót fyri brot á hundalógina áløgd ánara av hundi, ið hevur gingið leysur. Bót upphæddir: - Hundur gingið leysur, kr 600,00
- Hundur gingið leysur og hevur bitið ella framt skaða: kr 1.200,00
- Hundur ikki tryggjaður: kr 600,00
- Hundur einki helsi við navni ánarans: kr 600,00
Varðveitsla Upptikin djór vera í varðveitslu hjá politinum í niðanfyri nevndu dagatal: - Hundar, 3 samdøgur
- Seyður, 8 samdøgur
- Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór, 8 samdøgur
- Hestar og onnur stór djór, 14 dagar
Avhending ella avlíving Hevur ánarin av djórinum ikki innan ásettu freistina avheintað djórið og rindað kostnaðin, ið staðist hevur av upptøkuni, verður djórið avlívað ella avhendað øðrum.
|