 Heilsa og trygd Tryggleikin er ein av grundleggjandi fortreytunum fyri trivnaði og vælveru borgarans, og ræður tí um, at almenni myndugleikin skapar og viðlíkaheldur nøktandi skipanir og mannagongdir á hesum øki. Í teiginum: “Heilsa og Trygd” til vinstru verður m.a. upplýst um stovnar í kommununi, sum virka innan trygd og tilbúgving – eitt nú Politistøðin, Klaksvíkar Sløkkilið, Norðoya Bjargingarfelag og Trygdarmiðstøðin.
Innan heilsuverkið eru tað stovnar sum Klaksvíkar Sjúkrahús, kommunulæknarnir, fysioterapeutar, tannlæknar, Norðoya Apotek og familjuterapeutur.
Undir valmøguleikanum: “Eldri” finnast upplýsingar um møguleikar hjá og tænastur til tey eldru í kommununi, eitt nú eldrasvimjing, Dagtilhaldið “Sóljan”, mattænasta, Felagið Hugni, eldraheim, heimahjálp v.m.
|