Klaksvik.fo - Klaksvík - Klaksvíkar søga
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Klaksvíkar søga


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Brot úr eldru søgu Klaksvíkar
Skrivað hevur Hans Andrias Sølvará søgufrøðingur.

 

Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn í 1908, og síðani tá hevur bygdin ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum, og størsti fiskivinnubýur í landinum, men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina.

 

Føroyar vóru bygdar av norðbúgvum frá umleið 825 til 970 e.Kr. Í hesum tíðarskeiðinum vóru tær føroysku landnámsbygdirnar til. Tað er ikki vist, at fyrsta norrøna búsetingin í Klaksvík er so gomul, men um ár 1100 hava fólk búleikast har. Tað er møguligt at fyrsta búsetingin í Klaksvík gongur heilt aftur til um ár 1000. Nakar miðdepil hevur staðið kortini ikki verið ta fyrstu tíðina.

 

Tey umleið 6 heimatingini, sum umframt tingið í Tórshavn hava verið í Føroyum frá fornari tíð, ganga helst aftur til búsetingina. Heimatingini vóru upprunaliga sett á óbygdum stað millum bygdir. Norðoya ting kom saman í Køtlum omanfyri Árnafjørð, men einaferð í 17. øld vóru heimatingseturnar fluttar oman millum húsini. Í Norðoyggjum savnaðust menn at halda ting í Vági – núverandi Klaksvík. Hetta tingið virkaði til 1896, tá øll heimatingini í Føroyum vóru niðurløgd.

 

Hendan miðsavnanin av Norðoya tingsetuni í Vági í 17. øld var møguliga tekin um, at fólkatalið í Klaksvík var farið at økjast í mun til onnur støð í Norðoyggjum. Klaksvíkin var kortini ikki til sum samanhangandi eind um hetta mundið. Tvørturímóti vóru fýra býlingar á staðnum, sum vóru  óheftir av hvørjum øðrum. Hesir vóru í Gerðum, á Myrkjanoyri, í Vági og í Uppsølum.

 

Fólkatalið var ikki stórt. Í 1802 – tá fólkatalið í Føroyum var umleið 5000 - búðu tilsamans 88 fólk í teimum fýra býlingunum. Í Uppsølum 43, í Vági 23, í Gerðum 15 og á Myrkjanoyri 7. Hesi tøl siga nakað um, hvussu stór vanlukka skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum kostaðu ávikavist 4 og 20 fólkum lívið, vóru fyri býlingin. Bóndahúsini í Gerðum vóru bygd upp aftur á sama stað í 1745, men í 1765 vóru tey bygd uppaftur á øðrum stað.

 

Brot úr søguni hjá Klaksvíkar kommunu

 

Tórshavn hevði fingið kommunuskipan longu í 1866, men tað var ikki fyrr enn í 1873, at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar Føroyar. Frammanundan – síðan 1850 – høvdu Føroyar verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av Norðuroyggjum. Tá kommunuskipanin kom í 1873 varð sami leistur nýttur. Føroyar vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, Norðuroyggjar gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og á einum bóndagarði í Klaksvík.

 

Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í 1865. Fólkatalið, sum í 1860 hevði ligið um tey 200, var í 1908 vaksið upp í 700.

 

Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908, og í 1911 fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í 1972 fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini.

 

Vinnuliga menningin

 

Eingin handil var í Norðuroyggjum fyrr enn í 1838, tá Einahandilin opnaði úthandil í Klaksvík. Tá Einahandilin varð avtikin í 1856 byrjaðu broytingarnar. Jørgen Bech & Sønner keyptu handilshúsini hjá Einahandlinum úti í Klaksvíkini, og í 1865 átti hendan fyritøkan bæði handil og fleiri fiskiskip. Kortini hendu broytingarnar ikki skjótari enn at í 1900 – 62 ár eftir at fyrsti handilin kom í bygdina - vóru einans 4 handlar.

 

Meðan menningin fram móti fiskivinnusamfelagnum á Tvøroyri hendi rættuliga skjótt eftir at Einahandilin varð avtikin, so kom ikki veruliga gongd á menningina í Klaksvík fyrr enn væl eftir aldaskiftið, men so gekk tað eisini skjótt. Tann fyrsti motorbáturin kom til bygdina í 1905 og í 1910 varð motorbátasleipistøð gjørd úti við Gamla handilin úti í Klaksvíkini. Í 1908 vóru einans tvær sluppir heimahoyrandi í Klaksvík, men 15 ár seinni vóru 21 sluppir í bygdini. Fyrsta dampskipið kom í 1924, og í 1920-unum og 1930-unum vóru motorar settir í sluppirnar. Tann fyrsti trolarin kom til bygdina í 1933. Hetta hevði við sær, at sum frá leið broyttist veiðihátturin fullkomiliga, tá farið var frá húki og snøri til línu og trol. Fólk úr øllum Norðuroyggjum fluttu í 1920-unum og 1930-unum til Klaksvíkar at búgva og arbeiða, og bygdin gjørdist bæði vinnuliga og mentunarliga ein natúrligur miðdepil í øllum Norðuroyggjum.

 

Árið 1915, sama ár sum Norðlýsið kom út á fyrsta sinni, tá J.F. Kjølbro opnaði handil í Klaksvík, kann nýtast at seta mark fyri, nær vinnuliga menningin í Klaksvík veruliga fór at taka dik á seg, tí í árunum eftir 1. heimsbardaga og fram til 1960 mentist Klaksvíkin frá at vera ein miðalstór bygd í Norðuroyggjum til at vera størsta fiskivinnuhavn í landinum. Fyritøkan hjá J.F. Kjølbro, var longu seinast í 1920-unum tann størsta í landinum. Í 1927 lat Kjølbro turkihús byggja, sama árið kom tann fyrsta fransaskonnartin, sleipistøð varð gjørd í 1928 og árið eftir lat Kjølbro nýmótans ísvirkið byggja. Í 1930 fór fyritøkan undir at gera egnar myntir, sum kundu nýtast í handlunum hjá fyritøkuni, men hetta var í 1933 steðgað av danska tjóðbankanum, sum hevði einkarætt at gera myntir í danska kongaríkinum.

 

Hendan gongdin hevði við sær, at peningabúskapurin so líðandi avloyst býtisbúskapin, tá komið var upp í 1930-ini. Longu í 1919 varð Norðoya Sparikassi settur á stovn, men tað nógva virksemið hevði við sær, at í 1955 opnaðu bæði Føroya Banki og Sjóvinnubankin deildir í bygdini. Tað nýggja fiskivinnu- og peningasamfelagið hevði við sær, at spenningar komu millum ymiskar bólkar í samfelagnum. Arbeiðsmannafelag varð sett á stovn í Klaksvík í 1923, Arbeiðskvinnufelag í 1931, Handverkarafelag í 1936, Útróðrarfelag í 1943 og í 1955 kom Handverksmeistarafelagið. Hetta var tekin um, at tann vinnuliga menningin í Klaksvík hevði havt við sær, at eitt meira tilvitað stættastríð var um at taka seg upp í bygdini.

 

Í hesum tíðarskeiðinum, tá almennu myndugleikarnir so dánt megnaðu at skapa nøktandi karmar um tað nógv vaksandi virksemið, var býtið millum privatar og almennar uppgávur ikki tað sama sum í dag. Seinast í 1920-unum fóru Kjølbro og aðrir handlar í Klaksvík undir at byggja egnar bryggjur til síni virki og skip. Eisini á øðrum økjum tóku privatar fyritøkur sær av tí, sum í dag hevði verið mett sum almennar uppgávur. T.d. byrjaði Olaf Olsen longu í 1910 uppá sjóvegis samband millum Klaksvíkina og hinar bygdirnar í Norðuroyggjum, og í 1935 tók Kjølbro stig til fast ferðasamband millum Klaksvíkina og Havnina.

 

Í bardagaárunum frá 1939 til 1945 vóru fleiri skip úr Klaksvík søkt av týskum flogførum og kavbátum; í 1942 varð Klaksvíkin bumbað fleiri ferðir av týskum flogførum. Kortini átti Kjølbro fyritøkan í 1946, sama ár sum hon varð umskipað til partafelag, 20 nýggj fiskiskip, umframt timburverkstað, ísvirki, fiskaturkistøð, frystihús, goymslubygningar, handlar, havnaanlegg, skipasmiðju, spinnarí og pylsuvirki. Í 1948 gekk Kjølbro undan, tá ein nýggjur Sjúrðaberg, sum hevði allar nýmótans hentleikar og tann fyrsta radaran í flotanum, kom til bygdina. Sama ár opnaði Kjølbro Guanoverksmiðju, sum skuldi framleiða tøð burturúr fiskaavfalli. Í 1956 kom nýggjur Skálaberg til bygdina og trý ár seinni sendi Kjølbro eitt móðurskip og 10 fiskiskip til royndarfiskiskap í Eysturgrønlandi. Átakið miseydnaðist orsakað av nógvum ísi hetta árið.

 

1950-ini vóru í heila tikið búskaparligar niðurgangstíðir í Føroyum við stættastríði, verkføllum, mótmælisgongum og ófriði á arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis var eisini í Klaksvík, sum hevði verið fyri tí størstu vinnuligu menningini í Føroyum í árunum frammanundan, men tað sum kom at sermerkja gongdina í Klaksvík var læknastríðið frá 1952 til 1956. Hetta stríðið byrjaði, tá ovasta leiðslan fyri sjúkrahúsið, sjúkrahússtýrið, har fólk uttanfyri Klaksvíkina høvdu meirilutan, setti Eivind Rubeck Nielsen, sum hevði tætt samband við Kjølbro familjuna, í starv sum lækna við Klaksvíkar Sjúkrahús í staðin fyri tann í Klaksvík vælumtókta danan Olaf Halvorsen. Hetta stríðið, sum hevði við sær, at stór donsk løgreglulið vóru send til Klaksvíkar, snúði seg helst minni um sjálvan persónin Olaf Halvorsen enn tað snúði seg um stættastríð í Klaksvík og viljan hjá klaksvíkingum, sum høvdu verið fyri stórum framburði í árunum frammanundan, til at stjórna sær sjálvum óheft av bæði ríkismyndugleikunum í Keypmannahavn og landsmyndugleikunum í Havn. Samstundis var stríðið ein uppgerð við miðsavnanina av almennum stovnum í Havnini. Hetta sæst m.a. av tí, at hóast Olaf Halvorsen ongantíð kom aftur í starv sum lækni í Klaksvík, so var læknastríðið av í 1956, tá sjúkrahúslæknin Knud Seedorf og ein nýggjur kommunulækni, sum liður í eini neyðsemja, vóru settir í starv í Klaksvík.

 

Tá vóru tær ringastu krepputíðirnar eisini um at vera av í Føroyum. Hatta framgekk m.a. av tí, at J.F. Kjølbro Heilsøla varð sett á stovn í 1961, og í 1965 opnaði Kjølbro flakavirkið á Kósini, sum framvegis telist millum tey størstu í landinum. Tvey ár seinni doyði J.F. Kjølbro, tá var Klaksvíkin fullkomiliga broytt í mun til 1915, tá hann opnaði sín fyrsta handil. Eitt tekin um hetta var, at Sjómansheim varð sett á stovn í Klaksvíkini - Føroya størstu fiskivinnuhavn - í 1959.

 

Í 1971 kom Kjølbro fyritøkan í trupulleikar. Hetta hevði við sær, at ognarviðurskiftini í fyritøkuni broyttust. Føroyagrunnurin varð settur á stovn hetta árið við 7 milliónum í stovnsfæi, sum danski tjóðbankin lat. Grunnurin, sum var sjálvsognarstovnur, skuldi eiga og reka P/F J.F. Kjølbro.

 

Í teimum góðu árunum í 1980-unum fór P/F J.F. Kjølbro undir at endurnýggja nakrar av teimum gomlu bygningunum. Nýggjur timburhandil, sum skuldi avloysa tann gamla á Varpinum, og nýggjur heilsølubygningur, vóru bygdir á Stongunum í 1987.

 

Í 1960-unum, tá fólkatalið í Klaksvík var farið upp um tey 4000, arbeiddu umleið 1000 fólk hjá Kjølbro fyritøkuni. Í 2001 var fólkatalið í Klaksvík knappliga 5000, og umleið 600 fólk arbeiddu hjá Kjølbro samtakinum. Eigaraviðurskiftini í fyritøkuni eru nógv broytt síðan 1960-ini. Kreppan í byrjanini av 1990-unum, sum hevði við sær, at 200 fólk á flakavirkinum á Kósini vóru uppsøgd, hevði við sær, at fyritøkan varð rationaliserað og býtt upp í smærri eindir. Kjølbro fyritøkan og Klaksvíkin komu burtur úr kreppuni við hjálp frá lokalum kreftum, Arbeiðsmanna- og Arbeiðskvinnufeløgunum, Norðoya Sparikassa og privatum íleggjarum. Eitt tekin um at Klaksvíkin var komin burturúr kreppuni sást í 1998, tá tann fyrsti nýbygningurin í 10 ár, nótaskipið Christian í Grótinum hjá P/F Christian í Grótinum kom til býin. Í 2001 stóð Kjølbro fyritøkan  fyri 12% av føroyska útflutningsvirðinum. Føroyagrunnurin eigur nú einans P/F J.F.K. Trol, meðan onnur hava keypt restina av fyritøkuni. Nýggjasta trolarin hjá P/F J.F.K. Trol – Skálaberg - sum kom til bygdina í 2003, er stásiligasta og mest framkomna fiskifarið í føroyska flotanum.

 

Tað sterka samanhaldið í Klaksvík, sum eisini hevði givið seg til kennar undir læknastríðnum í 1950-unum, hevði verið høvuðsmegin aftanfyri endurreisnina av býnum eftir kreppuna í 1990-unum.

 

Aðrar traditiónsríkar fyritøkur, sum t.d. Joensen & Olsen, Føroya Bjór og tað nakað nýggjari P/F Stella, sum ikki eru viðgjørdar í hesum stutta yvirliti, hava eisini havt stóran týdning fyri vinnuligu menningina í Klaksvík, men tað ber illa til at yvirmeta tann týdning, sum J.F. Kjølbro samtakið hevur havt og framvegis hevur fyri Klaksvíkina.

 

Havnarviðurskifti

 

Longu í 1908 kom fyrsta ætlanin hjá kommununi at byggja almenna atløgubryggju í Klaksvík, soleiðis at tørvurin hjá tí nýggju fiskivinnuni, sum var við at taka seg upp, varð nøktaður. Kostnaðurin varð mettur til 52.000 krónur, men tað skuldi koma at ganga long tíð, áðrenn havnin, sum var so mikið kostnaðarmikil at byggja, at kommunan ikki sjálv megnaði at gjalda, gjørdist veruleiki. Í 1910 var ein fyribilsloysn funnin, tá kommunan keypti 350 favnar av ketu úr Onglandi, sum skuldi spennast tvørtur um vánna. Sama árið varð Klaksvíkin góðkend sum vetrarlega, men eingin kommunal bryggja var í bygdini.

 

Í 1913 játtaði ríkiskassin stórar peningaupphæddir til havnaútbyggingar í Føroyum, men eingin peningur varð játtaður til Klaksvíkar Kommunu. Seinast í 1920-unum høvdu teir flestu handlarnir í Klaksvík bygt egna bryggju, men tað var framvegis eingin kommunal bryggja í Klaksvík. Tað var ikki fyrr enn í 1935, at endalig avtala varð gjørd um at gera eina havn á vestursíðuni í Klaksvík. Arbeiðið var liðugt í 1937, tá ein 170 metrar langur pierur, sum framvegis verður nýttur, varð vígdur. Kostnaðurin var 840.000 krónur, men kommunan skuldi einans gjalda ein fimting, meðan ríkið og landið skuldu gjalda restina.

 

Hetta var ein stórhending í søguni hjá Klaksvíkar kommunu, sum stríðst hevði verið fyri síðan 1908. Klaksvíkin hevði fingið eina kommunala havn, sum hevði 340 metrar av atløguplássi. Hetta var kortini ikki nóg mikið í longdini. Í 1949 var farið undir at byggja eina 277 metrar langa bryggju á vestursíðuni fram við landi heim frá pierinum. Arbeiðið, sum kostaði 1,5 milliónir krónur, var liðugt í 1953. Á eystara arminum, á Stongunum, varð farið undir at gera kommunala atløgubryggju í 1959, arbeiðið stóð liðugt í 1962.

 

Í samband við flakavirkið á Kósini, sum opnaði í 1965, hevði P/F J.F. Kjølbro bygt eina 145 metra langa bryggju norðuri á eystara arminum, á Kósini. Tá arbeiðsbýtið millum privat og alment byrjaði at koma í eina fasta legu í 1960-unum, keypti kommunan hesa bryggjuna frá J.F. Kjølbro. Í 1970-unum varð bryggjan á Kósini longd, í dag er hon 265 metrar long. Í 1970-unum og 1980-unum vóru stórar kommunalar havnaútbyggingar eisini framdar - eitt nú varð ferjulega vígd í 1974. Oljuhavn er eisini bygd norðuri á Grønabóli. Havnarlagið í Klaksvík er nú á kommunalum hondum.

 

Elverkið á Strond

 

Við vinnuligu menningini fylgdi tørvurin á nøktandi orku. Longu í 1917 hevði kommunan gjørt sáttmála við eina fyritøku um at kanna møguleikarnar fyri at vinna elmegi burturúr fossamegi, men tá tað í 1919 frættist, at ætlanin var at byggja elverk í Vestmanna, sum skuldi veita streym til allar Føroyar, varð ætlanin fyribils slept. Í 1921 lat fyrsta vatnorkurikna elverkið í landinum upp suðuri í Vági, men ætlanirnar í Vestmanna komu hinvegin í drag. Hetta hevði við sær, at ætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu um at byggja elverk við Stórá norðuri á Strond, vóru tiknar upp aftur. Í 1922 loyvdi Løgtingið Klaksvíkar kommunu at lána 500.000 krónur til endamálið, men tað kom at ganga rúm tíð afturat, áðrenn hetta kostnaðartunga stórarbeiði var liðugt. Elverkið á Strond opnaði í 1931 sum tað næsta í landinum, sum varð rikið við fossamegi. Tá hevði tað kostað 650.000 krónur – 11 ferðir ta upphædd, sum kommunuskatturin gav hetta árið. Kommunan hevði einsamøll borið allan kostnaðin.

 

Í fyrstuni var tað einans fossamegin, sum framleiddi streymin, men í 1949 varð tann fyrsti dieselmotorurin settur upp á Strond, sum skuldi nýtast afturat fossamegini.

 

Arbeiðið við elverkinum var eitt megnartak, helst tað størsta, sum Klaksvíkar kommuna hevði tikið higartil, ið fekk stóran týdning fyri menningina í Klaksvík. Elverkið fekk ikki nakra góða byrjan, tí krepputíðir vóru í Føroyum í 1930-unum, men hetta arbeiði prógvaði, at kommunan hevði vilja og dirvi til at taka ábyrgd fyri menningini í Klaksvík, hóast inntøkumøguleikarnir og útlitini ikki vóru av teimum bestu. Verkið á Strond megnaði kortini at koma gjøgnum kreppuárini og øll skuldin var afturgoldin. Elverkið var ein týðandi fortreyt fyri menningini innan ídnaðin í árunum aftaná.

 

SEV, sum kommunurnar vegna skuldi átaka sær at veita streym til allar Føroyar, var sett á stovn í 1946, men tað var ikki fyrr enn í 1954 at verkið í Vestmanna gjørdist veruleiki. Tá kom samstarv í lag millum SEV og Klaksvíkar kommunu um elverkini. Elkaðal, sum skuldi leiða streym til Klaksvíkar, var spentur tvørtur um Leirvíksfjørð. Elverkið á Strond var kortini ogn hjá Klaksvíkar Kommunu til 1963, tá kommunan gjørdist fullgildugur limur í SEV.

 

Elverkið á Strond og Klaksvíkar Havn, sum vóru vígd í 1930-unum, vóru meir ella minni neyðugar avleiðingar av tí nógva virkseminum í bygdini í árunum frammanundan, men báðar útbyggingarnar vóru harumframt týðandi fortreytir fyri tí vinnuliga framburði, sum var í bygdini í áratíggjunum aftaná. Her hevði Klaksvíkar Kommuna ein týðandi leiklut.

 

Skúlaviðurskifti

 

Vinnuliga menningin í Klaksvík setti eisini krøv til almenna skúlagongd og vinnuligar serútbúgvingar

 

Tann fyrsti barnaskúlin í Klaksvík varð bygdur í 1832, men longu í 1849 datt hann niðurfyri. Skúlahúsini vóru niðurtikin í 1857, og nýggjur skúli var ikki bygdur fyrr enn í 1877, tá bygt varð við Skrivaragriftina á Heygum. Hesin skúlin stóð ikki leingi, hann varð niðurtikin í 1894, tá var hann longu ov lítil. Í 1892 varð farið undir at byggja nýggjan skúla úr gróti, Gamli skúli nevndur. Hesin skúlin, sum stóð liðugur í 1894, stendur framvegis.

 

Gamli skúli var karmur um skúlan í Klaksvík til 1924, men fólkavøksturin, sum fylgdi við teirru vinnuligu menningini og miðsavnanini í Klaksvík, hevði tá gjørt hann ov lítlan. Hetta árið varð nýggjur skúli bygdur á Ziskatrøð, sum hevði 4 skúlastovur. Í 1936, árið eftir at millum- og realskúladeild varð sett á stovn, varð hesin skúlin útbygdur, soleiðis at hann, umframt at hava mest framkomnu fimleikahøllina í landinum, hevði 13 skúlastovur. Soleiðis stóð skúlin á Ziskatrøð til 1960, tá hann aftur varð útbygdur, soleiðis at 29 skúlastovur vóru til taks. Í 1972 varð skúlin aftur útbygdur, m.a. við tveimum fimleikahallum. Í 1973 varð nýggjur skúli bygdur við Ósánna, sum hevði 10 skúlastovur. Tveir fólkaskúlar, Skúlin á Ziskatrøð og Ósáskúlin, eru nú í Klaksvík.

 

Í 1899 varð Fólkaháskúli settur á stovn á Stongunum, men skúlin varð fluttur til Føgrulíð longu árið eftir. Í Føgrulíð var Fólkaháskúlin til 1909, tá hann varð fluttur til Havnar. Vevskúli opnaði í Klaksvík í 1935, men hesin skúlin er ikki til longur.

 

Tað var ikki so løgið, at Motorskúli varð settur á stovn í Klaksvík longu í 1926, tí fyrsti motorbáturin kom longu í 1905 og fyrsta sleipistøðin kom í 1910. Tá Tekniskur skúli, sum skuldi taka sær av teimum handaligu útbúgvingunum, varð settur á stovn í 1935, var Motorskúlin lagdur undir hendan skúlan. Í 1953 flutti Tekniski skúlin inn í egnan bygning beint vestanfyri Gamla skúla, men í 1976 varð 1. byggistig – skúlaheimið - av einum nýggjum skúla uppi á Borðoyarvík tikið í nýtslu.  Hesin skúlin, sum stóð liðugur í 1989 við maskin- timbur- og eldeild, fór í 1992 undir at útbúgva tekniskar studentar.

 

Í 1947 varð Sjómansskúli sum nakað heilt natúrligt settur á stovn í fiskivinnubygdini Klaksvík. Fyrstu 10 árini helt skúlin til í hølum hjá skúlanum á Ziskatrøð, men frá 1957 til 1971, tá skúlin flutti í egin hølir uppi á Gørðum, helt hann til í einum kjallara norðuri á Kósini. Kokkaskúlin heldur til í hølunum hjá Sjómansskúlanum og Húsarhaldsskúli Føroya, tann einasti í Føroyum, heldur til í egnum hølum við Stoksoyravegin.

 

Tann fyrsta miðnámsútbúgvingin, Klaksvíkar HF-skeið, varð sett á stovn í 1976. Skeiðið helt tey fyrstu árini til í leigaðum hølum á vestursíðuni, men seinni vóru hølini keypt til skúlan. Síðan 1982 hevur skúlin verið ein deild av Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði.

 

Sjúkra- røktar- og eldraviðurskifti

 

Tann fyrsti læknin, sum varð settur í Føroyum, kom at hava starvsstað í Havn. Hetta var mangan óhøgligt hjá fólki, sum búðu langt frá Havnini. Í 1872 varð hesin trupulleikin loystur hjá norðoyingum, tá lækni varð settur í Klaksvík. Samstundis vóru læknahús bygd og Klaksvíkin gjørdist læknamiðstøð norðoyinga. Í 1898 eydnaðist tað borgarum í Norðuroyggjum og í Eysturoynni at savna pening saman frá privatum og kommunum í økinum til at fáa eitt sjúkrahús upp at standa í Klaksvík – tað fyrsta uttanfyri Gamla Hospital í Havnini frá 1828. Hetta hevði við sær, at fólk aðrastaðni frá – úr Norðuroyggjum og úr Eysturoynni - sum fyrr noyddust at fara til Havnar at fáa sjúkrahúsviðgerð, komu til Klaksvíkar.

 

Í 1923, tá ferð var komin á vinnuligu menningina í Klaksvík, varð nýtt læknahús bygt á sama stað, sum tað gamla hevði staðið, og nøkur ár seinni, í 1928 varð nýtt sjúkrahús bygt omanfyri læknahúsini. Hesin sjúkrahúsbygningurin, sum varð bygdur við stuðli frá ríkismyndugleikunum og landsmyndugleikunum, varð standandi óbroyttur til 1960, tá ein stór uppíbygging varð framd norðurúr gamla bygninginum. Deild av Tjaldurs Apotek varð í 1932 opnað í ovaru hædd í Toystovuni úti í Klaksvíkini. Hendan deildin flutti í 1961 í nýggj høli longur heimi í bygdini. Nýggj læknahús vóru bygd omanfyri sjúkrahúsið í 1974 og í seinnu helvt av 1970-unum varð farið undir fyrireikingar at útbyggja sjúkrahúsið av nýggjum, soleiðis at Røktarheim eisini kundi húsast saman við sjúkrahúsinum. Hetta stórarbeiði var liðugt í 1984, tá ein stórur útbygningur suðureftir varð tikin í nýtslu. Um sama mundið var Norðoya Ellis- og Vistarheim sett á stovn í húsunum hjá Ewaldi Kjølbro við Garðavegin.

 

Í dag finst eitt nýmótans sjúkrahús í Klaksvík, útgjørt við deildum og serlæknum, sum fólk úr øllum landinum koma at søkja sær læknahjálp frá, men bygnaðurin, raksturin og ræði yvir  sjúkrahúsverkinum er nógv broyttur síðan stovnanina. Tá Klaksvíkar Sjúkrahús varð sett á stovn í 1898, var talan um eitt átak, sum fólk á staðnum og kommunurnar í økinum fíggjaðu og tóku stig til. Tað sama hendi á Tvøroyri í 1904. Kommunurnar í Norðoya Læknadømi áttu Klaksvíkar Sjúkrahús, men landið lat stuðul til raksturin. Í 1939 fingu øll trý sjúkrahúsini í Føroyum hvør sítt sjúkrahússtýri, sum donsku ríkismyndugleikarnir og landsmyndugleikarnir valdu ávikavist tvey og trý umboð í. Samstundis varð ein sjúkrahússtjóri settur fyri øll trý sjúkrahúsini. Um somu tíð varð avtala gjørd við ríkismyndugleikarnar um, at ríkiskassin skuldi veita stuðul til raksturin sjúkrahúsunum. Í dag er sjúkrahúsverkið sostatt hvørki eitt lokalt ella eitt kommunalt málsøki, men talan er um eina landsuppgávu, sum ríkismyndugleikarnir, ið gjalda ein stóran part av rakstrinum, hava endaligu ábyrgdina av.

 

Tørvurin á røktarheimsplássum var kortini langt frá nøktaður í 1980-unum. Í 1998 opnaði eitt sambýlið í Bøgøtu, sum skuldi hýsa eldri fólki, sum ikki vóru heilt so óhjálpin sum tey, ið høvdu tørv á røktarheimsplássi. Hartil hevur Klaksvíkar Kommuna slóðað undan á eldraøkinum í 2003, tá 24 eldraíbúðir á Kráarbrekku vóru klárar at taka í nýtslu.

 

Aðrir almennir og kommunalir stovnar

 

Í 1888 fekk Klaksvíkin sína fyrstu postskipan. Avgreiðslan helt til í gomlu sýslumanshúsunum úti í Klaksvíkini, sum vóru bygd í 1865. Posthús lat upp úti í Klaksvíkini í 1903, tá nýggj postskipan kom í gildi í Føroyum og nýtt posthús varð bygt í 1911. Har var posthúsið til 1966, tá núverandi posthúsið heimi í Vági opnaði.

 

Fyrsta telefonlinjan í Føroyum varð veruleiki í 1905, tá ein privatmaður opnaði telefonsamband millum Tórshavn og Vestmanna. Í 1906 var Telefonverk Føroya Løgtings sett á stovn, samstundis kom telefonsamband til Klaksvíkar. Telefonverkið helt ta fyrstu tíðina til í húsum við Ósánna, men fyrst í 1970-unum var tann telefonstøðin bygd, sum deildin hjá Føroya Tele í Klaksvík heldur til í í dag.

 

Tann fyrsti løgreglumaðurin kom til Klaksvíkar í 1939. Løgreglan hoyrir undir sýslumannin, sum hevði fingið hús úti í Klaksvíkini í 1865, men tá posthúsið flutti í nýggj høli í 1966, varð løgreglustøð opnað í gamla posthúsinum. Løgreglan helt til í gamla posthúsinum til fyri fáum árum síðan, tá ein nýggj løgreglustøð, sum varð bygd heimi í Vági, opnaði.

 

Granskingarverkætlanin fyri Økismenning, sum fór undir sítt virksemi í 1999, heldur í dag til á gamla posthúsinum. Nakrir samfelagsgranskarar eru knýttir at verkætlanini. Tað er ikki endaliga avgjørt, um verkætlanin skal halda fram sum ein stovnur, tá royndartíðin er av.

 

Í 1950 setti Klaksvíkar Kommuna bókasavn á stovn. Tey fyrstu árini vóru hølisumstøðurnar ikki góðar, men í 1971, tá bókasavnið flutti í leigaði høli hjá Klaksvíkar Sjómansskúla við Garðavegin, gjørdust hølisviðurskiftini nógv betri. Í dag heldur bókasavnið til á Biskupsstøð í hølum hjá Klaksvíkar Kommunu.

 

Sløkkiliðsstøð varð sett á stovn av Klaksvíkar Kommunu í 1951. Tíggju ár seinni varð sløkkiliðsstøð bygd, og tá var eisini tann fyrsti sløkkiliðsbilurin keyptur. Í dag hevur sløkkiliðið fleiri bilar og framkomna fráboðanarútgerð.

 

Barnagarður, sum hoyrir til KFUM, hevur verið í kommununi síðan 1957. Hesin barnagarðurin varð útbygdur í 1979, tá hann fekk heitið Drotning Margrethu Barnagarður. Tey seinastu árini hevur kommunan gjørt nógv við hetta økið. Í 1999 opnaði nýggjur barnagarður, Mylnuhúsið, og undir honum útibarnagarðurin Útistova og frítíðarskúlin Sornhúsið. Barnagarðurin Blákollan lat upp í 2001 og annar útibarnagarðurin, Fjallafípan, lat upp í 2002. Dáin, ein stovnur fyri menningartarnað, opnaði í 1989 og ein bústovnur fyri fólk við sjúkraeykenninum autismu er nýliga latin upp. Í sama stovni eru eisini íbúðir, ið hýsa vaksnum menningartarnaðum. Tann 17. september 2007 lat Barnahúsið Margit upp dyrnar og er tað fyrsti ansingarstovnur, ið er bygdur til endamálið. Stovnurin er normeraður til 64 børn, 24 vøggustovubørn og 40 barnagarðsbørn.

 

Norðoya Fornminnissavn keypti gomlu húsini hjá Einahandlinum í 1974. Í 1983, tá Klaksvíkar Kommuna fylti 75 ár, opnaði savnið fyri almenninginum.

 

Klaksvíkar Kommuna, sum í 1960-unum og 1970-unum helt til í Gamla skúla, hevur síðan keypt stásiliga bygningin, sum P/F Stella lat byggja í Nólsoyar Pálls gøtu fyrst í 1970-unum. Í hesum húsunum húsast býráðið og býráðsumsitingin í dag.

 

Ítróttur og felagslív

 

Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar Kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar Kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri Føroyameistaraheiti á rað.

 

Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.

 

Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.

 

Klaksvíkingar gingu undan í 1906 – áðrenn Klaksvíkar Kommuna varð sett á stovn – tá Føroya fyrsti svimjihylur varð bygdur úti í Grøv. Tað gjørdu teir eisini í 1974, tá ein svimjihøll, sum Klaksvíkar Kommuna hevði latið byggja, varð vígd. Svimjihøllin var tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hóast kommunan einans skuldi gjalda helvtina av kostnaðinum, so var talan um eina stóra byrðu, sum kommunan hevði tikið á seg. Svimjihøllin kostaði 6 milliónir krónur, sum var á leið tað sama sum ein skattaálíkning. Í 2002 var fyrsta byggistig av eini stórari umvæling av høllini, sum fevndi um nýtt tak til alla høllina, liðugt. Seinni skal høllin eisini umvælast innan.

 

Við hesum hevði svimjingin fingið nógv tær bestu umstøðurnar í Føroyum, og tað sást eisini aftur í svimjikappingum, sum svimjifelagið Ægir luttók í tey fyrstu árini eftir at høllin opnaði. Hesin fyrimunurin er nú burtur, tí fleiri tílíkar hallir eru í Føroyum.

 

Í 1936 varð Klaksvíkar Kappróðrarfelag sett á stovn. Felagið, sum nú eitur Klaksvíkar Róðrarfelag, heldur í dag til í egnum hølum við nýmótans útgerð til venjingar. Hetta hevur havt við sær, at tey seinastu árini hevur felagið havt heilt góð úrslit at vísa á.

 

Klaksvíkar Hornorkestur varð sett á stovn í 1908 og Klaksvíkar Sangfelag varð sett á stovn í 1928. Í 1900 varð samkomuhús bygd, sum hýsti upplestri, dansi og sjónleiki og øðrum mentunarligum tiltøkum. Dansifelagið heldur í dag til í egnum hølum, Skálanum, sum vóru bygd til endamálið í 1980-unum. Mentanarhúsið Atlantis, fyrrverandi biografsalurin Atlantis Bio, sum Klaksvíkar Sjónleikafelag tók stig til at seta í stand í 1990-unum, hýsir í dag sjónleiki, filmssýningum og øðrum mentunarligum tiltøkum.

 

Kirkjur og samkomur

 

Núverandi kirkjan í Klaksvík, Christianskirkjan, varð vígd í 1963, men fleiri aðrar kirkjur hava verið í bygdini. Christianskirkjan er tann triðja ella møguliga fjórða kirkjan í bygdini. Tað er ikki greitt, nær tann fyrsta kirkjan varð bygd, men hon hevur staðið heimi í Vági og hon hevur verið millum tær elstu í Norðuroyggjum. Meðan tær fyrstu kirkjurnar stóðu heimi í Vági, so stóð tann kirkjan, sum varð bygd í 1866, á Eiðinum. Hendan kirkjan stóð til 1968, tá hon var tikin niður. Christianskirkjan hevði tá verið kirkjan hjá kirkjufólkinum í Klaksvík síðan 1963.

 

Í øldir, meðan lítlar og ongar broytingar hendu í føroyska bóndasamfelagnum, var kirkjan einasta átrúnaðarliga samkomuhús, sum føroyingar kendu, men tær stóru samfelagsligu broytingarnar, sum byrjaðu at taka seg upp í Føroyum í seinnu helvt av 19. øld, broyttu sum frá leið eisini trúarlív føroyinga. Í 1865 kom brøðrasamkoman til Føroya á fyrsta sinni og stovnaði ta fyrstu samkomuna og í 1904 kom Heimamissiónin til Føroya.

 

Hesar átrúnaðarligu rørslurnar fingu ikki stóra undirtøku at byrja við, men í 1920-unum og 1930-unum, tá tær stóru samfelagsligu broytingarnar fóru fram í eitt nú Klaksvík, fingu tær stóra undirtøku í Føroyum. Í hesum tíðarskeiðinum opnaði Brøðrasamkoman 18 samkomuhús og Heimamissiónin bygdi eisini fleiri samkomuhús í Føroyum. Brøðrasamkoman í Klaksvík heldur til í egnum hølum, Betesda, sum vóru bygd í 1930, meðan Heimamissiónin  og Kirkjuliga Missiónsfelagið hava sítt virksemi í KFUM og Emmaus, sum halda til í egnum hølum frá ávikavist 1950 og 1921. Emmaus reisti í 2003 nýggj høli á Vágsheygnum. Tær karismatisku rørslurnar, sum byrjaðu at taka seg upp í Føroyum í 1970-unum, fingu eisini ávirkan í Klaksvík. Samkoman Soli Deo Gloria setti í 1970-unum samkomu á stovn í egnum hølum við Stangavegin. Jehova Vitnir hava eisini samkomu í Klaksvík.

 

Samferðsla

 

Klaksvíkin er í dag ein væl útbygd kommuna, sum bæði viðvíkjandi vinnu, mentan og útbúgving hevur allar nýmótans hentleikar. Kommunan hevur síðan 1908 ment seg til at vera miðdepil í Norðuroyggjum, sum hevur drigið fólk aðrastaðni úr Norðuroyggjum til sín.

 

Vega- og samferðslunetið er skipað og ment við Klaksvíkini sum natúrligum miðdepli. Longu í 1910 varð skipað fyri sjóvegis sambandi millum Klaksvíkina og aðrar bygdir í Norðuroyggjum, í 1935 tók Kjølbro stig til sigling millum Klaksvík og Tórshavn og í 1974, tá Strandfaraskip Landsins tók sær av ferðasambandinum millum oyggjarnar, varð ferjulega vígd í Klaksvík, sum umvegis Leirvík skuldi røkja sambandið millum Norðuroyggjar og restina av landinum. Vegur varð gjørdur norður í Ánirnar og á Strond í 1920-unum og í 1930-unum fingu Oyrar vegasamband. Í 1965 og 1967 opnaðu tunlarnir til Árnafjørð og Hvannasund, og tá byrging kom yvir Hvannasund í 1974, var koyrandi til Viðareiðis. Byrging kom um Haraldssund í 1986 og tvey ár seinni opnaði tunnilin til Kunoyar. Tann seinasti tunnilin í Kalsoynni varð skotin ígjøgnum í 1985. Einki vegasamband var millum bygdirnar í Norðuroyggjum í 1908. Tá tann fyrsti bilurin kom til Klaksvíkar í 1925, var varð farið undir at gera tann fyrsta vegin millum Klaksvíkina og aðrar bygdir á Borðoynni, og tá komið var móti endanum av 1980-unum høvdu tær flestu bygdirnar vegasamband við Klaksvík, har einasta sjóvegis sambandið til restina av landinum er.

 

Sostatt ber til at siga, at Klaksvíkin síðan stovnsetanina av kommununi í 1908 hevur ment seg til at vera vinnuligi, mentunarligi, ítróttarligi og samferðsluligi høvuðsstaður norðoyinga. Hóast tað góða sambandið eisini hevur styrkt um tær smærru bygdirnar í Norðuroyggjum, so er tað ein sannroynd, at eingin av hinum bygdunum í økinum hevur havt veruliga styrki til at draga streymin av fólki og vinnuligum virksemi hinvegin. Landafrøðilig viðurskifti hava helst havt stóran týdning hesum viðvíkjandi, tí Klaksvíkin liggur væl fyri miðskeiðis í Norðuroyggjum við eini góðari havn frá náttúrunnar hond, sum eisini liggur væl fyri sum miðdepil fyri sambandinum millum Norðuroyggjar og restina av landinum.

 
Leita


Tiltøk
26-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo