Byggingin fevnir um 24 íbúðir, sum ávikavist eru 50 og 70 fermetrar.
Íbúðirnar eru í einari hædd. Lonirnar eru tó í tveimum hæddum, har útdyrnar til íbúðirnar í niðaru hæddini venda omaneftir, meðan tær í erva venda niðaneftir.
Innrætting:
Størru íbúðirnar eru 70 fermetrar. Tær eru innrættaðar við duri, køki og stovu í einum, kamari/ítrivsrúmi, skápsrúmi, kamari og bað/ vesi.
Smærru íbúðirnar eru 50 fermetrar. Hesar eru innrættaðar við duri, køki og stovu í einum, kamari og bað/ vesi.
Hvør íbúð sær hevur eitt lítið goymslurúm við útdyrnar og ein hjall/ úthús á umleið 5 fermetrar við bilstøðlarar, sum eru við endan á hvørjari lon.
Leiguviðurskifti:
Eldraíbúðirnar eru til leigu. Tær eru vanliga ætlaðar 60 ára gomulum og eldri.
Dentur er lagdur á umstøðurnar hjá rørslutarnaðum og fólk í koyristóli, soleiðis at koyrandi er til allar íbúðir, eingi trappustig eru við útdyrnar, og íbúðirnar eru innrættaðar samsvarandi.
Kostnaðurin fyri íbúðirnar er:
· 2-rúms íbúð í erva kr. 3.800, innskot kr. 20.00
· 2-rúms endaibúð í erva kr. 3.900, innskot kr. 20.000
· 2-rúms íbúð í neðra kr. 3.900, innskot kr. 20.000
· 3-rúms endaíbúð í erva kr. 4.900, innskot kr. 35.000
· 3-rúms endaíbúð í neðra kr. 4.700, innskot kr. 30.000
Húsavørður:
Lassin Isaksen varð settur sum húsavørður tann 1. oktober 2004 hálva tíð.
Telefontíðin er mánadag – fríggjadag kl. 10:00 – 12:00. Húsavørðurin er at hitta á telefon 22 14 14 og á husv@klaksvik.fo