|  Býur og umhvørvi Í dagsins samfelag verður alsamt størri dentur lagdur á tey umhvørvisligu viðurskiftini, sum myndugleikarnir í alt størri mun krevja at hava í huga í teirra ætlanum. Tey umhvørvi, sum býir og bygdir hava at bjóða, hava stóra ávirkan á trivnað borgarans í einum reinum og vøkrum umhvørvi. Í teiginum: “Býur og umhvørvi” til vinstru eru upplýsingar um vega- og ferðsluætlan býráðsins, ferðslunevnd og viðurskifti annars í tí høpinum. Somuleiðis finnast har upplýsingar um Býarfríðkanardeildina og arbeiði hennara og um ætlan býráðsins við Gamla Kirkjugarði í Vágstúni. Heilsunevndin, vatnveiting og spillvatn eru eisini at finna undir hesum teigi. |