Kirkjugarðarnir eru ogn hjá Klaksvíkar kommunu, og ein kirkjugarðsnevnd hevur umsjón við kirkjugørðunum. Kirkjugarðsbøkur verða førdar í trimum eintøkum. Gravarin førir tvey og býráðsskrivstovan eitt eintak. Í kirkjugarðsbøkurnar verður skrivað nummarið, ið grøvin hevur, nøvn og dagfestingar teirra, sum jarðað eru.
Klaksvíkar kommuna eigur bøkurnar.
Gravarin eigur sum skjótast at fáa boð um andlátið, so tey avvarðandi saman við honum kunnu áseta eina tíð til jarðarferðina; síðani skipar hann fyri, at grøvin verður grivin og tyrvd. Jarðarferðin skal enda so stundisliga, at gravarin kann gera arbeiði sítt liðugt á grøvini, áðrenn dagurin fer at halla.
Eftirsitandi, sum ynskja samgrevstur, eiga at biðja um tað hjá gravaranum. Friðingarskeiðið er fyri vaksnamannagrøv 30 ár og fyri barnagrøv 20 ár. Kista kann verða sett oman yvir aðra, og loyvt er at gravseta urnu, har grivið erframmanundan.
Tann, sum hevur gravstað í festi, hevur skyldu at halda gravstaðið og kann fáa tilboð frá kommununi um at fáa hetta gjørt. Um eitt gravstað ikki sæst at verða hildið og harvið misprýðir, kann kommunan - eftir at hava heitt á tey avvarðandi - fáa gravstaðið ruddað. Loyvt er at seta upp gravstein á grøvina og kantsteinar ella líknandi uttan um grøvina, eins og loyvt er at planta ella á annan hátt prýða gravstaðið. Tað er tó ikki loyvt at planta høgan vøkstur, trø ella trævøkstur, sum kann breiða seg. Áðrenn gravsteinur ella kantur uttan um grøvina verður gjørdur, skal umsókn við strikumynd og áskrift sendast kirkjugarðsnevndini til góðkenningar.
Reglugerðina fyri kirkjugarðarnar í Klaksvíkar kommunu kann ein fáa við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 410000.
Gravsteinar
Áðrenn gravsteinur verður bílagdur skal ein umsókn sendast Klaksvíkar kommunu. Umsóknarblað fæst á býráðsskrivstovuni. Umsóknin verður viðgjørd av kirkjugarðsnevndini, sum síðani sendir skrivliga loyvið. Í umsóknarblaðið skal millum annað skrivast gravstaðarnummar, og hvat skal standa á gravsteininum.
Fyri at sleppa undan stavivillum á gravsteininum er tað ein góður siður at biðja um eina fotomynd/avrit, áðrenn steinurin verður latin. Gravsteinur kann setast á grøvina eitt ár eftir, at tann deyði er grivin.