 Bygging og bústaður Bústaðamøguleikar eru sjálvsagt millum fyrstu fortreytirnar fyri vøkstri í eini kommunu, har tørvur og ynski borgaranna er ymiskur – tað veri seg vegna aldur ella aðrar umstøður. Seinnu árini er tí komin fram ein alt størri tørvur á fjølbroyttum bústaðamøguleikum, sum í dag man vera millum stóru avbjóðingarnar hjá einum og hvørjum lokalsamfelag. Klaksvíkar Kommuna arbeiðir støðugt við at útvega grundstykkir – bæði til bústaða- og vinnuendamál. Í teiginum: ”Bygging og bústaður” til vinstru eru m.a. upplýsingar um bústaðamøguleikar í kommununi. Umsókn um grundøki kann eisini skrivast út her, og somuleiðis fyriliggja reglurnar fyri grundstykkjalistan.
Her er ein stutt frágreiðing um byggimálsviðgerð og byggisamtyktin er somuleiðis tøk í hesum teigi. Býarkort fyriliggur eisini og kann skrivast út.
|