Nýtslutreytir

Reglugerð fyri nýtslu

Tá tú tekur niður og brúkar ”Gev prei”, góðtekur og bindir tú teg til at fylgja galdandi brúkstreytum. Treytirnar kunnu broytast uttan ávaring, og brúkarar hava sjálvir ábyrgd av at halda seg kunnaðar um brúkstreytirnar.

Innihald og nýtsla

Tá tú leggur myndir saman við fráboðanum, hevur tú einsamøll/einsamallur ábyrgdina av, at myndatilfarið er í tráð við galdandi lóggávu – eitt nú viðvíkjandi upphavsrætti/brúksrætti, vørumerkjalóggávu og revsilóggávu um persónliga skemming og annan ágang.

Hetta merkir:

· at tú skalt fylgja galdandi lóggávu

· at tú skalt fylgja reglugerðini og møguligum reglugerðsbroytingum, sum ”Gev prei” kunnger.

Gerst tú varug/ur við innihald, sum eftir tínari meting ikki er í tráð við galdandi lóggávu, eigur tú at seta teg í samband við Klaksvíkar kommunu.

Verður innihald á síðuni mett ósømiligt, skaðiligt ella beinleiðis ólógligt, verður tað tikið burtur uttan ávaring skjótast gjørligt. Í hesum sambandi tilskila vit okkum eisini rættin til uttan ávaring at taka burtur innihald eftir áheitan frá triðjaparti, um rættindi hjá viðkomandi eru skerd av innihaldi á síðuni.

Dátuábyrgd

”Gev prei” verður tekniskt rikið av aðrari fyritøku. Hendan fyritøkan umsitir dátur, sum ”Gev prei” tekur ímóti, og tá tú brúkar ”Gev prei”, góðtekur tú samstundis, at fyritøkan fær dátu frá tær í varðveitslu.

Fyritøkan ger sítt arbeiði eftir áheitan frá Klaksvíkar kommunu, og fyritøkan hevur skipaði trygdartiltøk móti, at dátur av óvart ella ólógliga verða burturbeindar, misnýttar ella á annan hátt handfarnar í stríð við galdandi lóg um handfaring av upplýsingum.

Okkara veitari leggur seg eftir at tryggja støðugan rakstur, men kann ikki veita trygd fyri hesum. Hvørki veitarin ella Klaksvíkar kommuna hevur endurgjaldsábyrgd, um brúkari missir dátu ella annað í samband við at brúka ”Gev prei”.

Rættindi

Klaksvíkar kommuna eigur øll rættindi til ”Gev prei”. Sum brúkari fært tú brúksrætt til tekniska pallin, sum ein og hvør annar eisini kann fáa brúksrætt til. Við at brúka appina gevur tú samstundis Klaksvíkar kommunu øll rættindi til at brúka viðlagdar myndir, eisini í almennum høpi.