Serstøk byggisamtykt fyri miðbýin - Almenn hoyring

Broytingar í byggisamtyktini fyri miðbýarøkið til hoyringar
Broytingarnar í byggisamtyktini liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan og á heimasíðuni frá 8. til 29. oktober 2019. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 19. november 2019.

Dagføring av serstøku byggisamtykt fyri E1 miðbýin
Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broytingar í serstøku byggisamtyktina fyri E1 miðbýin, lagt fram til alment eftirlit:

Mál nr. 17/01397
Dagføring av serstakari byggisamtykt fyri E1 miðbýin, øki C og D:
Í økisparti C verður voksið um byggifelt 9, samstundis verður mest loyvda byggihædd sett niður til 7,5m, ið áður var 11m. Við hesi broyting verður ein minkan av byggifelt 10.
Nýtsluendamálið í økisparti D og byggifelt 14 verður broytt frá at verða miðstaðar-, bústaðar-, og
almenn endamál, til parkerings-, tøkni-, og almenn endamál.

Í tíðarskeiðinum frá 8. oktober 2019 til 29. oktober 2019 liggja broytingarnar frammi til alment eftirlit í Miðlan og á heimasíðu kommununnar.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 19. november 2019.



Klaksvík 8. Oktober 2019
Klaksvíkar Býráð

Sí broytingaruppskotið her: