Dagføring av serstøku byggisamtykt E1, miðbýur

Broyting í almennu byggisamtyktini sæmbært almennu kunngerðini í januar 2020. 

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broytingar í serstøku byggisamtyktini fyri E1, miðbýur, lagt fram til alment eftirlit.

Mál nr. 17/01397
Dagføring av serstakari byggisamtykt fyri E1 miðbýin, øki A, B, C.

-    Broytingaruppskotið er gjørt í tráð við samtykta skipanaruppskotið.
-    Byggiøkir hava fingið nýggja staðseting og broytt skap.
-    Byggiøkir hava broytt mest loyvdu byggihædd.

Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu (sí www.klaksvik.fo/401)  í tíðarskeiðinum frá 08. januar 2020 til 29. januar 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 19.ferbruar 2020.