Broytingar í byggisamtykt
Broyting í byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu
Kunngerð: Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundum tann 27.10.2023, 23.11.2023 og 27.10.2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.
Byggisamtyktarbroyting millum økispart B1 og D1 á Borðoyarvík
Uppskotið snýr seg um at víðka B1 (vinnuøki) í samband við útbyggingina av molanum. Somuleiðis verður ein regulering í økismarkinum millum B1 og D1 (fríøki) sambært verandi nýtslu av økinum. Talan er um eina øking av B1 á uml. 1500 m2 (tá er nýggi parturin av D1 trektur frá) og eina øking av D1 á uml. 550 m2.
Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 1650ad, 1650al, 1650am, 1650at, 1646a, 959, 960, 1650ao. Klaksvík
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 23/01221.
Fylgiskjøl:
- Kunngerð: Økispart B1 og D1 á Borðoyarvík (227.82 KB)
- Kort - Galdandi byggisamtykt.pdf (1.91 MB)
- Kort - Broytingaruppskot Borðoyarvík.pdf (10.27 MB)
- Økisbløð - Galdandi fyri B1 Borðoyarvík (2.38 MB)
- Økisbløð - Broytingar uppskot fyri B1 Borðoyarvík (4.23 MB)
Byggisamtyktarbroyting millum økispart A18 og B9
Uppskotið til broytingina snýr seg um at víðka A18 (blandað íbúðar- og vinnuendamál). Harvið verður matr.nr. 1009b og partar av matr.nr. 1009a og t, Klaksvík, partar av A18 og ikki longur partar av B9. Broytingin hevur við sær, at B9 (vinnuøki) minkar við uml. 650 m2.
Broytingin umfatar hesar nevndu matr 1009a, 1009b og t. Klaksvík
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 23/01194.
Fylgiskjøl:
- Kunngerð - broytingaruppskot fyri A18 og B9.pdf (230.39 KB)
- Kort - Broytingaruppskot á Kósini.pdf (4.07 MB)
- Kort - Galdandi byggisamtykt.pdf (1.28 MB)
- Økisblað - Broytingaruppskot.pdf (448.19 KB)
- Økisbløð - Galdandi.pdf (1021.24 KB)
Byggisamtyktarbroyting fyri økispart B18, á Strond
Uppskotið til broytingina snýr seg um at flyta marki á B18 (vinnuøki) 35 m út á sjógv, hetta verður gjørt í samband víðkan av verandi útfylling. Talan er um eina øking av B18 á uml. 5600 m2.
Broytingin umfatar nevndu matr.: 66, Ánirnar.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi
25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 22/01373.
Fylgiskjøl:
- Kunngerð: Broytingaruppskot fyri B18, á Strond (299.96 KB)
- Kort - Galdandi byggisamtykt (4.34 MB)
- Kort - Broytingaruppskot.pdf (4.37 MB)
Tilfar, sum lýsir uppskotini um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 12.02.2024 – 04.03.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
- Kæruvegleiðing (80.69 KB)