Tiltøk

týs. 16. okt. kl. 19.00 - 21.00

Klaksvík í fokus


Hvørt gerandiskvøld í heystfrítíðini bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum at vera vælkomin til forkunnugar vitjanir á nógvum av teimum ymsu støðunum, har byggiverkætlanir eru í gongd ella á skránni.

Stórar og sjónligar broytingar fara fram í býarmyndini í hesum árum, og verkætlanirnar eru bæði nógvar og fjølbroyttar. Tær fevna somuleiðis um nógv ymisk samfelagsøki og hava tí eisini ávirkan á gerandisdagin hjá øllum, sum búgva og virka í býnum. Við at bjóða almenninginum møguleika fyri at vitja ymsu verkætlanirnar ynskir kommunan at geva innlit í, hvussu Klaksvík fer at síggja út í framtíðini. Á øllum støðum fara arkitektar og onnur við serkønari vitan um bygningarnar og verkætlanirnar at leggja fram og vísa runt, og harafturat verður eisini ein kaffimunnur at fáa á hvørjum stað.

Onnur tiltøk

Klaksvík í fokus
mik. 17. okt. kl. 19.00 - 21.00
Klaksvík í fokus
hós. 18. okt. kl. 19.00 - 22.00
Vís fleiri