Tiltøk

ley. 15. des. kl. 11.00 - 12.00

Gakk ella renn fyri sálarligu heilsuna


Leygardagin 15. desember fara vit aftur ganga og/ella renna fyri sálarheilsuna.

Við tiltakinum ynskir kommunan at varpa ljós á týdningin av ABC fyri sálarliga heilsu, sum er: ver saman, ver virkin og ver hugbundin. Tí bjóða vit øllum at vera hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan gongu- og rennitúr, sum byrjar og endar við Býráðshúsið. 

Vit hittast kl. 11, og so ganga ella renna vit øll í 15 minuttir, áðrenn vit aftur venda nøsini móti Býráðshúsinum, har kommunan bjóðar frísktpressað appelsinjuice omaná túrin. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina frískliga og heilsugóða byrjan uppá vikuskiftið!

Onnur tiltøk

Fólkslig og barnavinarlig framsýning í Spaniastovu
mik. 3. jul. kl. 17.00 - ley. 3. aug.
Summarfestivalurin 2019
hós. 8. aug. kl. 18.00 - ley. 10. aug. kl. 23.59
Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum á Summarfestivalinum
frí. 9. aug. kl. 16.00 - ley. 31. aug.
Vís fleiri