Tiltøk

ley. 1. jun. kl. 09.45 - 13.00

Royal Run


Í 2019 verður Royal Run, sum nakað heilt serstakt, skotið í gongd í Klaksvík, tá Krúnprinsurin kemur at renna 10 km saman við føroyingum.

Tað er eisini møguligt at renna ella ganga ein stytri tein, nemliga eina enska míl (1,6 km). Øll kunnu vera við. Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, tí møguleiki er bæði at ganga og at renna. Talan um eitt tiltak fyri øll, óansæð um mann er royndur rennari ella um mann bara ynskir at ganga eina enska míl, sum svarar til 1,6 km. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka saman við Krúnprinsinum.

Royal Run á Facebook:
https://www.facebook.com/events/238640983556444/ 

Onnur tiltøk

Torradagar
mán. 18. feb. kl. 17.00 - frí. 22. feb.
Atlantic Fair
týs. 21. mai. kl. 12.00 - hós. 23. mai. kl. 18.00
Royal Run
ley. 1. jun. kl. 09.45 - 13.00
Vís fleiri