Tiltøk

ley. 17. aug.

SJÓMANNADAGUR 2019


Lívið í Føroyum hevur í øldir verið tengt at sjónum, har menn hava sett lívið í váða og siglt vandasjógv fyri at lívbjarga sær og sínum. Á sjómannadegnum verða hesir menn og henda vinna heiðrað.

Føroya sjómannadagur verður hildin í Klaksvíksgarðinum triðja vikuskifti í august, og alt er ókeypis.

Dagurin byrjar við morgunkaffi, og síðani koma nógv stuttlig og spennandi tiltøk. Millum tey best umtóktu tiltøkini eru tær stuttligu kappingarnar á pallinum – m.a. spurnarkapping um skipalistan, trolbøting, og kvikasti egnari verður funnin. Øll kunnu vera við í kappingunum. Eisini er stórfingið føroyskt fiskaborð, fiskakapping og vælumtókta vatnkríggið.

Á degnum kanst tú fylgja við, hvør skipsmanning er tann sterkasta, tá ið manningarnar togtogast. Børnini plaga at trunkast kring kørini við livandi fiskum og krabbum.

Sjómenn, familjur og fólk í øllum aldri kunnu fáa gleði av hesum hugnaliga degi.

Føroya sjómannadagur er eitt stórfingið tiltak, og okkurt er til allar aldursbólkar.

Onnur tiltøk

Summarfestivalurin 2019
hós. 8. aug. kl. 18.00 - ley. 10. aug. kl. 23.59
SJÓMANNADAGUR 2019
ley. 17. aug.
Vís fleiri