Svartatalva

mik. 8. jan. kl. 11.54 - mik. 15. jan. kl. 23.59

Skrivstovufólk til Miðlan


Skrivstovufólk til Miðlan
Eitt tíðaravmarkað starv sum skristovufólk í Miðlan í býráðshúsinum er leyst at søkja frá 1. februar 2020. Arbeiðstíðín er 35 tímar um vikuna. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. februar 2020 til 1. februar 2021.

Starvsstaður
Miðlan er móttøkan hjá Klaksvíkar kommunu, har borgarin kann fáa hjálp og vegleiðing til at greiða ymisk viðurskifti og tænastur, sum Klaksvíkar kommuna veitir sínum borgarum. Í miðlan starvast fimm starvsfólk.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran í Miðlan og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki.

Høvuðsuppgávan fevnir um journal skipanina 360 og almenna fyrisiting. Harumframt málsviðgerð á deildini, nevndarskrivari, postmóttøka, móttøka av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Somuleiðis skal skrivstovufólki vera við til at fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum.

Skrivstovufólki hevur tilvísing til leiðarin í Miðlan

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
  • Góðar málsligar førleikar, serliga á føroyskum
  • Royndir innan almenna fyrisiting kann verða ein fyrimunur
  • Royndir við journalskipanini 360 kann verða ein fyrimunur

Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • er tænastusinnað og álitisfult
  • tolir at arbeiða undir trýsti
  • tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði
  • er fyrikomandi og jaligt
  • hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa

Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er 35 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið. Lønarflokk 4.

Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansinu Joensen, leiðari fyri Miðlan, telefon 410028, ella teldupost hansinaj@klaksvik.fo 

Umsókn: Skrivlig umsókn, saman við avriti av CV, prógvi, viðmælum o.ø., skal sendast til:
Klaksvíkar kommunu
Miðlan
Nólsoyar Pálsgøta 32
700 Klaksvík ella við telduposti til hansinaj@klaksvik.fo 

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. januar 2020, kl. 12:00.

Svartatalva

Útskifting fyri Uppsalahaga í Klaksvík
02/07/2020
Vís fleiri