Svartatalva

hós. 1. okt. - frí. 23. okt. kl. 08.00

Valevnislistar til kommunuvalið


Valevnislistar til kommunuvalið 10. november 2020 skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020 kl. 18.00.

Stillarar

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Listin skal vera latin inn av einum stillara.
Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann strikaður á øllum listunum.


Valevni

Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygdarráðslimum, ið skulu verða valdir. Í Klaksvíkar kommunu kunnu tað vera upp til 15 valevni á hvørjum valevnislista.
Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður valevnið strikað av listanum. Ein persónur kann bert vera uppstillaður á einum lista.

 

Eru spurningar, kunnu tit ringja til Miðlan á tlf. 41 00 00.

Svartatalva

Vís fleiri