Tíðindi

28.03.2018
Durita samskipar Ung í arbeiði í ár

Arbeiðsverkætlanin fyri ung verður í ár skipað eitt sindur øðrvísi, eitt nú í umsóknar- og setanartilgongdini og á arbeiðsplássunum, sum í ár bæði vera á kommunala og privata arbeiðsmarknaðinum

Ung í arbeiði hevur seinastu mongu árini verið fastur partur av sumrinum í Klaksvíkar kommunu, har ungir borgarar gerast partur av kommunalu arbeiðsorkuni í tvær vikur av summarfrítíðini. Í ár verður verkætlanin skipað nakað øðrvísi, og í tí sambandi er Durita Samuelsen sett í verkætlanarstarv, har hon kemur at samskipa verkætlanina.

Í mun til undanfarin ár verða størstu broytingarnar at síggja í umsóknar- og setanartilgongdini, og harumframt eru privatir arbeiðsgevarar eisini partur av verkætlanini í ár.

- Mannagongdin við umsóknum og setan ella útlutan av arbeiðsplássunum millum tey ungu verður skipað á tann hátt, at tey ungu fyrsta søkja um at koma við í verkætlanina og síðan koma til eina samrøðu, áðrenn tey fáa arbeiðspláss. Endamálið við hesum er at fáa betri samsvar millum áhugamálini og førleikarnar hjá tí unga og tær uppgávurnar, sum hvørt arbeiðspláss inniber. Sjálvt um talan ikki er um eina drúgva setanarsamrøðu, so gevur tilgongdin teimum ungu møguleika fyri at verða tikin við uppá ráð, samstundis sum tey fáa innlit í, hvussu setanartilgongdir kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum, greiðir Durita frá.

Seinastu árini hava arbeiðsplássini verið á teimum ymsu deildunum hjá Klaksvíkar kommunu, men í ár eru eisini privatir arbeiðsgevarar við.

Arbeiði skal geva meining

Samskiparin leggur dent á, at verkætlanin miðjar móti at geva so nógvum ungum sum gjørligt møguleikan fyri arbeiði, og harumframt at geva teimum ungu eina góða og meiningsfulla uppliving av arbeiðslívinum.

- Í flestu førum er talan um fyrsta møtið millum hin unga og arbeiðsmarknaðin, so verkætlanin snýr seg bæði um at geva teimum ungu innlit í, hvørjar uppgávur, skyldur, vinningar og gleðir fylgja við tí at hava eitt arbeiði, men eisini um at skapa virði fyri allar partar – bæði tey ungu og arbeiðsgevararnar. Tey flestu minnast jú sítt allarfyrsta starv gjøgnum restina av lívinum, so tað skal helst vera eitt gott minni, sum ungu eisini kunnu fáa gleði av seinni í lívinum, sigur Durita Samuelsen.

Trivnaðarnevndin Børn og ung varðar av verkætlanini Ung í arbeiði í býráðshøpi, og Beinta Klakstein, forkvinna fegnast um nýggja leistin, sum nú verður royndur.

- Tað liggur bæði stór gleði og ábyrgd í at hava hetta arbeiðstilboðið til tey ungu í kommununi, tí tað eru jú tey, sum skulu manna arbeiðsmarknaðin í framtíðini, sigur Beinta Klakstein. Hon leggur eisini dent á, at verkætlanin, umframt at vera eitt tilboð til tey ungu, eisini er samleikaskapandi fyri tey ungu og fremjandi fyri samanhaldið í samfelagnum.

- Øll hava gott av at kenna seg sum ein týðandi part av eini størri heild, og tað er ung í arbeiði við til at fremja. Við at taka aktivan lut í meiningsfullum arbeiði og síggja góðu úrslitini av tí, sum man er við til at gera, kann man í størri mun blíva góður við samfelagið, sum man jú er aktivur partur av gjøgnum arbeiðið, sigur trivnaðarnevndarforkvinnan.

Verkætlanin Ung í arbeiði verður í løtuni løgd til rættis, og latið verður upp fyri tilmeldingum 1. mai.

Um ung í arbeiði

Ung í arbeiði er arbeiðstilboð í summarfrítíðini til ung í Klaksvíkar kommunu.

Arbeiðstíðin er frá viku 27 til og við 32, og miðjað verður eftir, at tey luttakandi arbeiða í tvær samanhangandi vikur í part.

Fyri at vera við skalt tú vera:

  • 15 ella 16 ár, meðan arbeiðstíðin er
  • Sinnað/ur og tøk/ur at arbeiða í tvær fullar arbeiðsvikur

Til ber at kunna seg nærri um Ung í arbeiði 2018 á www.klaksvik.fo/uia

Søkjast kann í sjálvgreiðsluni á heimasíðuni www.klaksvik.fo í tíðarskeiðnum 1. – 15. mai, og eftir hetta verða umsøkjarar bodnir til samrøðu, áðrenn arbeiðsplássini verða útlutað.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu