Nýggjastu tíðindi

  • Frá vinstru: Torkil Mørkøre, leiðari á ítróttardeplinum, Hallur Thomsen frá Almannaverkinum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri
17/05/2018

Nýggj endurvenjingarpláss í Svimjihøllini


Samstarvsavtala er gjørd millum Ítróttardepilin hjá Klaksvíkar kommunu og Almannaverkið um leigu av venjingarhølunum í Svimjihøllini til endurvenjingar.

Almannaverkið fer í framtíðini at nýta venjingarhølini í Svimjihøllini til at veita borgarum, ið hava mist førleika, endurvenjing, so tey gerast so sjálvbjargin sum tilber. Talan er um borgarar í arbeiðsførum aldri, sum við tilvísing kunnu venja í hølunum saman við ergo- og fysioterapeutum frá Almannaverkinum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um avtaluna, sum varð undirskrivað í dag.

- Tað er altíð gleðiligt, tá tænastustøðið í økinum hækkar, og í hesum førinum er talan eisini um eitt upplagt samstarv og eina góða staðseting til venjingarhølið hjá Almannaverkinum, tí aðrir hentleikar á stadionøkinum jú eisini eru nær við, eitt nú svimjihøllin og vælverudepilin, sum letur upp har í næstum, sigur borgarstjórin.

Hølini verða frammanundan brúkt sum venjingarhøli hjá Judofelagnum, og venjingartíðirnar verða tí lagdar soleiðis til rættis, at hølini kunnu tæna báðum endamálum uttan trupulleikar.

- Samstarvið millum Judofelagið, Svimjihøllina og Almannaverkið í hesum málinum hevur verið fyrimyndarligt, so vit kunnu øll vera glað fyri hetta tilboðið, sum nú verður lagt afturat í Norðoyggjum, sigur Jógvan Skorheim.

Almannaverkið hevur eitt toymi av fimm dugnaligum ergo- og fysioterapeutum, sum virka í Norðoyggjum og Eysturoynni, og frammanundan eru líknandi venjingarhøli í Runavík. Sostatt fáa borgararnir í økinum nú líka góðar umstøður í Klaksvík sum í Runavík, greiðir Almannaverkið frá.

Nýtt í kommununi

Myndarøð: Klaksvík í fokus hóskvøld
18/10/2018

Klaksvík í fokus endaði hóskvøldið við einum braki í nýumvælda Spinnarínum. Les meira »

Myndarøð: Klaksvík í fokus mikukvøld
18/10/2018

Fitt av fólki vóru við, tá Skúlatrøð og ítróttarøkið vóru í fokus mikukvøldið. Les meira »

Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina
18/10/2018

”Virkin eldri” er vorðið eitt afturvendandi og vælkent hugtak, og sæst tað aftur í býarmyndini, at fólkapensjónistar í Norðoyggjum… Les meira »

Vís fleiri