Nýggjastu tíðindi

05/07/2018

Ferðsluviðurskiftini í Gerðagøtu gerast tryggari


Sum liður í skúlaverkætlanini skulu ferðsluviðurskiftini í Gerðagøtu gerast tryggari. Farið verður tí nú í gongd við at fremja eina ferðsluloysn í økinum millum Dr. Margrethu Barnagarð, Tónlistaskúlan, Skúlatrøð og Snjallubjallu. Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd í komandi viku, vika 28.

Arbeiðið fer at ávirka parkeringsmøguleikarnar í økinum, soleiðis at ongin parkering verður møgulig millum Tónlistaskúlan og Snjallubjallu. Í staðin verður parkeringsøkið beint vestanfyri inngongina til garðin hjá Dr. Margrethu Barnagarði víðkað suðureftir, umframt at farið verður í gongd við at gera eitt parkeringsøki beint eystanfyri KFUM&K suður úr Gerðagøtu. Væntandi fáast eini 30-35 parkeringsbásar við hesi loysnini.

Enn ber ikki til at siga, hvussu leingi arbeiðið fer at vara, men okkara vón er, at tað verður liðugt nú í summar.

Heitt verður á stovnar og onnur í økinum um at boða starvsfólkum, viðskiftafólkum og fólki annars, ið komið verður í samband við her í økinum, frá hesum broyttu umstøðunum.

Nýtt í kommununi

Ferðslutrygdin á Skúlatrøð
21/09/2018

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð, er vegarbeiði á skránni við G… Les meira »

Fokus á sálarheilsu
17/09/2018

Í samband við, at stovnurin Gloym meg ei hjá Almannaverkinum er fluttur til Klaksvíkar, var almenn móttøka í nýggju hølunum á Klak… Les meira »

Fríðkan og víðkan á dagstovnaøkinum
17/09/2018

Kommunalu dagstovnarnir Blákollan, Barnahúsið Margit og Mylnuhúsið hava allir fingið ein kærkomnan og tiltrongdan umgang við málin… Les meira »

Vís fleiri