Nýggjastu tíðindi

12/07/2018

Sáttmáli undirskrivaður – KÍ fær betri umstøður


Í dag hevur borgarstjórin undirskrivað sáttmála við Norðhús um at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin við Djúpumýru. Verkætlanin er býtt í tvey byggistig, har fyrsta byggistig er at byggja skýlið við tilhoyrandi sitiplássum, sum verða knøpp 300 í tali.

Annað byggistig er at innrætta kjallaran, ið skal hýsa tveimum stórum umklæðingardeildum, dopingrúmi, dómararúmi, eini sonevndari mix-zone og ymiskum skrivstovum til eitt nú ungdómsfótbólt og annað – alt gjørt í samsvari við ásetingar, sum UEFA krevur.

- Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd, men somikið størri er gleðin, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.

- Hetta fer at lyfta fótbóltsumstøðurnar í okkara kommunu á eitt nógv hægri støði og er viðvirkandi til, at vit náa okkara málsetningi um at spæla europeiskan fótbólt við Djúpumýru í framtíðini, sigur borgarstjórin.

Eftir ætlan fer Norðhús í gongd við byggingina fyrst í september, og er kostnaðurin fyri fyrsta byggistig settur til 11,6 mió. kr.

Nýtt í kommununi

Ferðslutrygdin á Skúlatrøð
21/09/2018

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð, er vegarbeiði á skránni við G… Les meira »

Fokus á sálarheilsu
17/09/2018

Í samband við, at stovnurin Gloym meg ei hjá Almannaverkinum er fluttur til Klaksvíkar, var almenn móttøka í nýggju hølunum á Klak… Les meira »

Fríðkan og víðkan á dagstovnaøkinum
17/09/2018

Kommunalu dagstovnarnir Blákollan, Barnahúsið Margit og Mylnuhúsið hava allir fingið ein kærkomnan og tiltrongdan umgang við málin… Les meira »

Vís fleiri