Nýggjastu tíðindi

06/09/2018

Teknikapping: jólakortini 2018


Sum vanligur siður er, sendir Klaksvíkar kommuna hvørt ár jólakort til nógv ymisk fólk, stovnar og samstarvsfelagar av ymsum slag, og í ár hava øll børn í kommununi møguleika fyri at seta sín dám á kortini.

Kommunan útskrivar nevniliga hervið teknikapping fyri øll børn upp til og við 12 ár, har vinnandi tekningin verður prentað á ársins jólakort hjá kommununi.

Øll børn í kommununi undir aldursmarkinum eru vælkomin at senda tekningar inn til kappingina, einasta krav er, at luttakandi barnið sjálvt hevur teknað tekningina, og so skulu tekningarnar sjálvandi eisini vera jólaligar og hóskandi til jólakort.

Umframt heiðurin av at prýða jólakortini, fær vinnarin eisini ein vinning, og eins og í fjør fer borgarstjórin eisini at handa vinnaranum ársins fyrsta jólakort. Í fjør var teknikappingin um at prýða jólakortini hildin millum børnini í frítíðarskúlanum Snjallubjallu, og tá var tað tekningin hjá Elisabeth Jacobsen, sum vann.

Fyri at vera við í kappingini skalt tú:

  • Ikki vera eldri enn 12 ára gomul/gamal
  • Búgva í Klaksvíkar kommunu
  • Hava teknað tekningina sjálv/ur

Tekningar til kappingina kunnu latast inn í Miðluni í Býráðshúsinum gerandisdagar millum kl. 10 og 16, ella tær kunnu sendast til:

Klaksvíkar kommuna

Postsmoga 2

710 Klaksvík

Freistin at senda inn tekningar er fríggjadagin 28. september kl. 16.

Vinnarin verður kunngjørdur á www.klaksvik.fo.

Nýtt í kommununi

Jólatrøini verða tendrað
20/11/2018

Sum vant fara jólatrø at prýða býin og bygdirnar í kommununi allan desember, og fyrsta træið verður tendrað 1. desember. Les meira »

Fráfaringarløta fyri Magnusi Magnussen, lækna
20/11/2018

Í sambandi við, at Magnus Magnussen eftir drúgva tænastu fer frá sum kommunulækni, skipar Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøk… Les meira »

Skattalistin liggur alment frammi
19/11/2018

Skattalistin 2017 liggur í Miðlan frá í dag, 19. november til mánadagin 3. desember 2018. Les meira »

Vís fleiri