Tíðindi

17.09.2018
Fokus á sálarheilsu

Í samband við, at stovnurin Gloym meg ei hjá Almannaverkinum er fluttur til Klaksvíkar, var almenn móttøka í nýggju hølunum á Klaksvíksvegi 57.

Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað og partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Stovnurin hevur áður hildið til í Norðragøtu, men er í summar fluttur til Klaksvíkar og inn í bygningin á Klaksvíksvegi 57, har Húsið áður hevði bústað. 

Nógv fólk vóru samankomin til móttøku, har Heidi Tvørfoss, leiðari á Gloym meg ei, bjóðaði vælkomin og leiddi skránna. Røðarar vóru Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Tummas Lervig, býráðslimur. Umframt røður var eisini leskiligt ábit, og harumframt undirhelt Danny Baldursson við vælkendum tónum.

Gloym meg ei vendir sær til heimabúgvandi fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Fyritreytin fyri at taka lut í virkseminum er, at fólk eru sjálvbjargin, og har er opið frá kl. 9 á morgni mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.


Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt í samband við móttøkuna:

"Góðan dag, øll somul

Hjá einum politikkara finnist onki betri í verðini enn tað at vita, at man við sínum avgerðum og arbeiði hevur verið við til at gjørt heimin til eitt betri stað.

Tað kann til dømis vera, tá stór byggjarí verða liðug og tikin í nýtslu.

Men í veruleikanum eru tað líka ofta smærri ting og broytingar, sum hava risastóran týdning fyri gerandisdagin hjá einari rúgvu av fólki.

Tað, at Gloym meg ei nú er flutt til Klaksvíkar og inn í rúmligu og sentralu hølini á Klaksvíksvegi, er eitt ómetaliga gott dømi um hesi málini.

***

Hetta var eitt mál, har samstarv, hugflog og vælvilji hevði størri týdning fyri fundamentið, enn betong og timbur.

Hetta var eitt mál, sum spratt burturúr góðum ynskjum hjá ymiskum eldsálum og aktørum um at finna eitt nýtt heim til stovnin Gloym meg ei.

Hetta var eitt mál, sum skjótt bleiv partur av eini størri kabal, sum at enda eisini førdi við sær, at virkishúsið fyri ung flutti nærri miðbýnum og ítróttarøkinum.

At kabalin gekk upp, ja tað kunnu vit í dag takka nógvum hugagóðum og arbeiðssomum sálum fyri.

Trivnaðarnevndin hjá Býráðnum tók málið upp tíðliga í ár.

Har er Beinta Klakstein forkvinna, men akkurát um hetta mundið var Signhild V. Johannesen virkandi nevndarforkvinna.

Saman við hinum í Trivnaðarnevndini – Tummas, Beinir og Herfrí góvu tær málinum jaliga umrøðu og viðgerð.

Og í samstarvi við starvsfólk á kommunala trivnaðarøkinum og tykkum hjá Almannaverkinum, varð komið á mál tíðliga í summar.

Øll hesi fólkini, og fleiri afturat teimum, eiga sín stóra lut í, at vit í dag kunnu hátíðarhalda, at kabalin gekk upp við fleiri vinnarum.

Børnini og tey ungu tykjast glað og spent í teirra hølum uppi í Atlantis, og her í húsinum er tykkara virksemi sum eg skilji eisini komið væl frá byrjan hesa fyrstu tíðina.

***

Høvdu veggirnir her á Klaksvíksvegi 57 kunnað tosað, so áttu teir óivað nógvar góðar søgur um mangt og hvat.

Bygningurin hevur jú tænt fleiri ymiskum endamálum.

Summi kalla hann enn fyri “Norðoyabanka”, og sjálvur minnist eg eisini tíðina, tá Norðoyabanki helt til á veghæddini, meðan kommunulæknin húsaðist uppi á loftinum.

Tá bankavirksemið helt uppat í 90’unum, gav tað pláss fyri enn eini kommunulæknaviðtalu, so tá gjørdist húsið til læknahøli burturav.

Sermerkti angin av læknaviðtalunum fór ikki úr hølunum, sjálvt um læknarnir fluttu heim á miðstøðina við Sandin miðskeiðis í 00’unum.

Ungdómshúsið gjørdist so veruleiki í 2006, og sjálvt um eg sjálvur var farin uppum aldursmarkið fyri tí virkseminum, so var tað eyðsæð frá byrjan, at hetta var eitt frístað, har tey ungu høvdu góðar og rúmligar karmar at vera saman og hava tað gott.

***

Sjálvt um virksemið hjá kommunulæknanum og ungdómshúsinum eru av hvør sínum slag, so hevur felagsnevnarin verið hetta húsið.

Her var hurðin altíð opin, og her kundi tú koma og tosa við onkran.

Her kundi tú koma og fáa hjálp, um tað var tað, tær tørvaði.

Og so kundi tú koma og bara hava tað gott og vera virkin saman við øðrum.

Hendan søgan heldur fram nú, tá Gloym meg ei hevur fingið bústað her á staðnum.

Hurðin stendur opin, og her kunnu fólk koma og vera virkin saman við øðrum.

Hetta er nakað, vit øll kunnu vera ómetaliga glað fyri.

Ikki minst í hesum døgum, har vit við verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu fegin vilja varpa ljós á týdningin av at vera virkin, saman og hugbundin.

Sum Býráð hava vit valt at fokusera uppá sálarheilsu og at pláss skal vera fyri øllum í okkara samfelag.

Tí er hetta átakið eitt tilvitað val um at gera umstøðurnar betri á hesum økinum.

Tað hevur alstóran týdning fyri trivnaðin og heilsuna hjá okkum øllum, og tí eri eg eisini so ómetaliga glaður og errin av, at Gloym meg ei nú hevur bústað her í Klaksvík.

Tað er mín sjálvsagda, stóra og inniliga vón, at øll – bæði brúkarar og starvsfólk, fara at trívast her i hølunum.

Vegna Klaksvíkar Býráð og okkum øll í Klaksvíkar kommunu, ynski eg tykkum hjartaliga til lukku og vælkomin til Klaksvíkar!

Takk fyri."

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars