Tíðindi

12.10.2018
Gerðagøta einvegis omaneftir í heystfrítíðini

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um ferðslutrygdina og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð, verður ferðslan eftir Gerðagøtu ávirkað í heystfrítíðini.

Talan er ítøkiliga um vegarbeiði, sum merkir, at strekkið frá Tónlistaskúlanum til Uppistovu (skótahúsið hjá SNP - avkoyringina til Djúpumýru) verður einvegis omaneftir frá mánadegnum 15. til fríggjadagin 19. oktober.

Arbeiðið í heystfrítíðini er liður í størra vegarbeiðnum, sum verður gjørt framvið Gerðagøtu í løtuni. Talan er um eina ferðsluloysn, sum skal betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð.

Umframt fólkaskúlan er eisini frítíðarskúli, tónlistaskúli og barnagarður í sama øki, og hetta setur høg krøv til ferðslutrygdina. Vegarbeiðið á Gerðagøtu fevnir millum annað um av- og ásetingarpláss, steðgistað til býarbussin og ferðsluljós.

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl