Tíðindi

16.10.2018
Myndarøð: Klaksvík í fokus mánakvøld

Umleið 300 fólk nýttu í gjár høvið at vitja Biskupstorg, sum er fyrsta stig í nýggja miðbýnum í Klaksvík.

Alla hesa vikuna bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum at vera vælkomin til forkunnugar og forvitnisligar vitjanir á nøkrum av teimum støðum, har byggiverkætlanir eru í gongd ella ávegis. Byrjað varð í Biskupstorgi, har 30 íbúðir eru um at vera lyklaklárar, og áhugin fyri bygninginum og serliga íbúðunum var eyðsýndur í góðu uppmøtingini. 

Umleið 300 fólk nýttu høvið at vitja Biskupstorg, har Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini bjóðaði vælkomin. Síðan greiddi Ósbjørn Jacobsen, arkitektur frá miðbýarætlanini fyri Klaksvík, sum hansara teknistova vann hugskotskappingina í 2012 við. Biskupstorg er fyrsti partur av ætlanini, og eftir framløguna var stórur áhugi fyri at vitja tær fýra íbúðirnar, sum vóru latnar upp fyri almenninginum. Umframt íbúðirnar vóru eisini nógv, sum nýttu høvið at vitja nýggja pumpuhúsið vestanfyri sjálvt torgið, har vekslarin til Sjóhitaskipanina er staðsettur.

Eftir tiltakið á Biskupstorgi var framløga í Posthúskjallaranum um nýggja mentanarhúsið, sum í framtíðini verður karmur um list og mentan av alskyns slag. Her bjóðaði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini vælkomin, áðrenn Ósbjørn Jacobsen legði fram og greiddi frá, hvussu ikoniski Gregoriussen-bygningurin verður um- og útbygdur til nútímans mentanarhús við øllum hugsandi hentleikum, eitt nú framførslusali við áleið 300 áskoðaraplássum. 

Bæði á Biskupstorgi og í Posthúskjallaranum høvdu fólk eisini høvið at uppliva nýggja miðbýin og mentanarhúsið ígjøgnum VR-útgerð, sum gevur eina heilt serliga kenslu av at ganga runt ímillum bygningarnar í býarhjartanum.

Klaksvík í fokus heldur fram tað mesta av vikuni, og í kvøld eru nýggi Húsarhaldsskúlin og Nólsoyar Pálsgarðurin á skránni. 

Skráin í kvøld

Á øðrum degi fara vit til ein annan part av miðbýarøkinum, har fleiri aðrar verkætlanir eisini eru í gongd. Vit hittast í Kappróðrarneystinum, tí har verður nýggi Húsarhaldsskúlin staðsettur í framtíðini. Húsarhaldsskúlin fer, umframt allar nútímans og hóskandi hentleikar, eisini at rúma lestraríbúðum. Hesi verkætlan fer Svend Sivertsen, arkitektur at greiða frá.

Eftir hetta verður farið inn til grannan, sum er endurreisti garðurin hjá Nólsoyar Páll. Seinastu árini hevur áhugafelagið Nólsoyar Páll við Archibald Black á odda tikið stig til at endurreisa garðin hjá tiltiknu tjóðarhetjuni á júst sama stað, sum Nólsoyar Páll saman við Marin Malenu búleikaðist í 19. øld.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy