Tíðindi

18.10.2018
Myndarøð: Klaksvík í fokus mikukvøld

Fitt av fólki vóru við, tá Skúlatrøð og ítróttarøkið vóru í fokus mikukvøldið.

Nýggi bygningurin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløga, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur gjørt, og mikukvøldið var opið fyri almenninginum at vitja byggiplássið í samband við Klaksvík í fokus.

Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna bjóðaði vælkomin, og síðan legði Svend Sivertsen, arkitektur fram tekningar og ætlanir frá verkætlanini, áðrenn hann vísti teimum vitjandi eitt sindur runt í nýggja skúlanum.

Samanlagt verða bygningarnir á Skúlatrøð útivið 11.000 fermetrar til støddar, og er hetta millum størstu skúlar í landinum. 

Eftir rundferðina á Skúlatrøð gekk leiðin yvir til Djúpumýru, har framløgur vóru á skránni á loftinum í KÍ-høllini. Fyrst legði Rúni Abrahamsen, arkitektur fram um rennibreytina, sum er eitt stórt og týdningarmikið frambrot fyri frælsan ítrótt og rørslu yvirhøvur í Klaksvík og norðurøkinum. Síðan greiddi Svend Sivertsen frá verkætlanini "Bláa skýlið", sum er týðandi fet móti at fáa stadionumstøður til altjóða skrásettar fótbóltsdystir í Klaksvík. 

Eftir hetta greiddi Torkil Mørkøre, leiðari á stadionøkinum hjá Klaksvíkar kommunu frá virkseminum á ítróttarøkinum og serliga í Svimjihøllini, har nýggjur vælverudepil letur upp í næstum. Eftir framløgurnar gekk Torkil sjálvur á odda yvir í Svimjihøllina, har tey vitjandi fingu høvið at síggja spildurnýggja vælverudepilin.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy