Nýggjastu tíðindi

09/11/2018

Starvslýsing: leiðari til Blákolluna


Klaksvíkar kommuna søkir eftir leiðara til Blákolluna 30 tímar um vikuna við byrjan 15. desember 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um Blákolluna

Blákollan er kommunalur dagstovnur hjá Klaksvíkar kommunu, staðsettur á Kjalarvegi 30. Stovnurin búleikast í trimum hæddum og er skipaður við einari stovueind í hvørjari hædd. Pláss er fyri í mesta lagi 48 børnum í aldrinum 0-5 ár.

Blákollan er ein av sjey dagstovnum í Klaksvíkar kommunu, og sum leiðari gerst tú sostatt partur av einum leiðslubólki við góðum møguleikum fyri fakligari sparring.

Sum leiðari í Blákolluni er týdningarmikið, at tú hevur hesar eginleikar:

  • Tú megnar námsfrøðiliga, starvsfólkaliga og umsitingarliga leiðslu
  • Tú ert útbúgvin námsfrøðingur, og harafturat kunnu leiðsluroyndir vera ein fyrimunur
  • Tú hevur telduførleika, umframt hegni og skil fyri fíggjarstýring
  • Tú ert fakliga dagførd/ur og før/ur fyri at fremja námsfrøðiligar ætlanir í verki
  • Tú hevur visiónir og leggur kósina fyri námsfrøðiliga arbeiðið í tøttum samstarvi við børn, foreldur og starvsfólk
  • Tú ert týðilig/ur, sjónlig/ur og dugir væl at taka grundaðar avgerðir, eisini við atliti til ymisk og skiftandi áhugamál
  • Tú setir trivnaðin hjá børnum og vaksnum á stovninum í hásæti hvønn dag

Sum leiðari í Blákolluni fært tú:

  • Ein útlærdan og fakliga dugnaligan starvsfólkahóp, sum brennur fyri sínum arbeiði
  • Møguleikan fyri at mynda og byggja víðari á arbeiði á einum høgum fakligum støði
  • Tætt samstarv við kommunalu umsitingina á fleiri ymiskum økjum
  • Góðar starvsfelagar í leiðarabólkinum, sum tú kanst sparra við

Lønar- og setanarviðurskifti

Leiðarastarvið í Blákolluni er 30 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya pedagogfelag. Starvið er flokkað frá lønarstigi 25 til 29.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi, viðmælum og møguliga øðrum viðkomandi skjølum, kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo, ella sum bræv til:

Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postsmoga 2
710 Klaksvík

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. november 2018, og meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipara á tlf. 410024.

Nýtt í kommununi

Jólatrøini verða tendrað
20/11/2018

Sum vant fara jólatrø at prýða býin og bygdirnar í kommununi allan desember, og fyrsta træið verður tendrað 1. desember. Les meira »

Fráfaringarløta fyri Magnusi Magnussen, lækna
20/11/2018

Í sambandi við, at Magnus Magnussen eftir drúgva tænastu fer frá sum kommunulækni, skipar Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøk… Les meira »

Skattalistin liggur alment frammi
19/11/2018

Skattalistin 2017 liggur í Miðlan frá í dag, 19. november til mánadagin 3. desember 2018. Les meira »

Vís fleiri