Tíðindi

20.11.2018
Fráfaringarløta fyri Magnusi Magnussen, lækna

Í sambandi við, at Magnus Magnussen eftir drúgva tænastu fer frá sum kommunulækni, skipar Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøku í býráðssalinum fríggjadagin 23. november frá kl. 15.00.

Magnus Magnussen byrjaði í starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi í februar 1995, og hevur tískil starvast sum kommunulækni í kommununi í samfull 23 ár.
 
Vit vilja saman við honum og familjuni fegnast um og takka fyri drúgva og góða tænastu nógvu árini, og vóna vit at síggja so mong sum tilber til móttøkuna.
 
Vælkomin til móttøku.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars