Tíðindi

05.12.2018
Stór fjøld til jólatræið í Árnafirði

Farna vikuskiftið varð jólatræið í Árnafirði tendrað og aftaná varð bjóðað til kaffi og rís a la mande í gamla handlinum í bygdini. Jólatræið hevur havt sítt fasta pláss á Vaglinum í Árnafirði í mong Harrans ár. Klaksvíkar Hornorkestur spældi við sínum hugnaliga ljómi nøkur jólaløg. Síðani helt Sigrid Jógvansdóttir eina frálíka røðu, sum smá 100 fólk líddu á, og góvu henni tøkk og rós fyri.

Niðanfyri verður røðan hjá Sigrid Jógvansdóttir, sjúkrasystir endurgivin:

 

 

Góðu tit øll!

Í dag er 1. desembur, og eitt-talið á kalendaraljósinum er við at verða niðurbrunnið.  Børnini hava latið ta fyrstu lúkuna upp, so nú eru vit farin at telja dagarnar niður til jóla. Í morgin er 1. sunnudagur í advent og eitt nýtt kirkjuár byrjar, og vit bjóða Harrans ári, sum ber fagnaðarboð, vælkomnum.

Tað er deiligt at vera saman við tykkum her á Vaglinum í kvøld. Tað er nakað í luftini, eitt serstakt huglag. Ein serligur dámur er eina sovorðna løtu. Hornorkestri spælir góðar og kendar jólatónar, sum fara djúpt inn í okkum, og nerta við okkara innastu hjartastreingir.  Bæði hjá okkum, sum her standa, og eisini hjá teimum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava møguleika fyri at koma út, men sita handan gluggan og lurtað.

Hendan tíðin fram til jóla er hugnalig. Vit pynta og baka heima saman við børnunum, og angin av smákøkum, heitum kakao og røstum kjøti hongur í luftini.

Hesar dagar, meðan vit bíða, hava vit úr at gera. Vit hálvgum renna, tí tað er so nógv vit skulu náa.  Barnagarðar, skúlar, ítróttarfeløg, bindiklubbar, arbeiðspláss, ja, øll skipa fyri einum ella øðrum tiltaki, sum vit helst mugu møta upp til. Tað snýr seg um at vera social. Tað snýr seg um at vera saman við øðrum menniskjum og hugna okkum saman.

Og hjá teimum, sum eru einsamøll og ikki hava nakran at vera saman við, er henda myrka tíðin tann tyngsta og strævnasta. Hesan tíðina, hvar alt snýr seg um at vera saman, uppliva tey størsta einsemi.

Vit onnur renna so skjótt, at vit kanska gloyma, hvat hendan tíðin snýr seg um.

Í kvøld eru vit komin saman til at tendra jólatræið á Vaglinum. Her hevur tað staðið fyri tað mesta, alt eg kann minnast.

Tá vit hyggja at einum jólatræi, sum er prýtt við ljósum, ja, so fáa vit eina góða kenslu.  Tað lýsir upp hesa myrku tíðina, og minnir okkum á, at skjótt fara dagarnir at gerast ljósari aftur. Ljósið er á veg.

 

Vit gerast hugtikin, og vit gloyma alt annað. Jólatræi hevur eina atdráttarmegi. Tað fær okkum at steðga á.

Jólatræi hevur eisini tað við sær, at tað savnar menniskju.

Tá eg var smágenta, var jólahald fyri børn uppi í skúlanum her í Árnafirði, og tað var altíð 1. jóladag klokkan fimm. Og vit vóru nógv í tali.   Bæði børn og eldri.  Onkuntíð vóru vit fleiri enn 100 fólk og tað var serstakliga hugnaligt, hóast rúmið var lítið og trongligt var inni.  Tí tað týdningarmiklasta var, at vit vóru saman. Saman og gleddust um tað einu og somu gávuna, sum vit øll høvdu fingið.

Eg minnist eisini hvussu hugtikin eg var av jólatrænum, sum vit pyntaðu heima í stovuni hjá mammu og pápa,  lítla jólaaftan.  Tað var prýtt við einglum, stjørnum, kramarhúsum við bommum í og hjørtum, sum vit sjálvi høvdu flættað.  Á toppinum, var ein stór flott stjørna.  Jólaaftan tendraði mamma tey livandi ljósini, sum vit høvdu sett á træið, og so sótu vit rundanum tað og sungu jólasálmar, áðrenn vit fóru at pakka jólagávurnar upp.

 

Tá eg hugsi aftur á hesa løtu, er tað serliga ein kensla, sum var so ófatiliga sterk, og framvegis er. Friður. Ein innari friður, sum ikki kann sigast í orðum, men bara kann upplivast.

 

Tað er fjálgt um træið, tað vermir okkum hjartað.

Vit gerast glað og løtt í sinnið.

Vit kenna kærleika og vit gleða hvønn annan.

Við gávum, ella bara við at vera saman. 

 

Jólatræið minnir okkum um Jesusbarnið.  Vit tendra jólatræið fyri at hátíðarhalda at lívsins træð bleiv føtt og kom her niður á jørðina til okkum jólanátt. Jesuspápi er lívsins træð.  Mæta sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig, sum hevur yrkt fleiri av jólasálmunum vit plaga at syngja, var av tí fatan, at tað var Várharra sjálvur, sum hevði sent okkum træið.

 

Undir jólatrænum liggja jólagávurnar, sum vit vilja gleða hvønn annan við. Og børnini eru spent eftir at sleppa at pakka upp og vita, um tey fáa tað, sum tey ynskja sær.

Men størstu gávuna mugu vit ikki gloyma. Hon liggur ikki innpakkað í vøkrum pappíri undir jólatrænum. Vit hava fingið hana fyri meira enn 2000 árum síðani. So tað er langt síðani, og tí mugu vit minna hvønn annan á hana.

Størsta gávan, sum kom sum eitt lítið barn. Jesus, sum bleiv føddur. Hann, sum er ljós heimsins. Frelsari okkara. Hann, sum altíð er her hjá okkum, so vit ongantíð nýtast at kenna okkum einsamøll.

Sum Símun av Skarði sigur so vakurt í einum av sínum jólasálmum, so er tað onki, sum kann forða Jesusi. Hvørki brim við strond ella ísur í skorð.  Um vit eru stødd á einum fjallatindi, ella í djúpasta og myrkasta dalinum, ja, so er Jesus eisini har. Hann er hin bjarta lívsins sól, sum allar ævir skal lýsa.

 

Einglar tað kvóðu,

jólanátt for hirðum,

mann eftir mann hoyrdist sama lag

Friður á foldum,

menniskja frø teg,

tær føddur frelsari er í dag

 

Eg fari at ynskja tykkum eini góð og hugnalig jól.  Og eg vóni at vit øll fara at geva okkum stundir til at steðga á, fyri at finna og kenna tann friðin, sum kom niður á fold, tá Jesus var føddur.

 

Gleðilig jól!

Sí haldið her.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku