Tíðindi

06.12.2018
Tilsamans 395 ár í trúfastari tænastu

Seinastu tvey árini hevur verið siðvenja hjá Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Búð- og heimatænastu at skipa fyri jólahaldi fyri øll starvsfólk í kommununi. Til hesa jólaveistlu var eisini høvi at hátíðarhalda og heiðra teimum mongu starvsfólkum, ið hava havt rundan starvsdag í 2018.

Til hátíðarløtuna, ið varð hildin saman við jólaveistluni, handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri NBH starvsfólkunum eitt blómutyssi og eitt gávukort.

 

Í síni takkarrøðu til starvsfólkini, segði Jógvan Skorheim millum annað soleiðis:

”Í tykkara gerandisdegi syrgja tit hvør í sínum lag fyri, at øll í Klaksvíkar kommunu kunnu hava eitt gott, trygt og innihaldsríkt lív. Tit koma í samband við tey yngstu, áðrenn tey hava hildið sín allar fyrsta føðingardag.

Tit fylgja og tæna teimum allan vegin inn í aldurdómin og deila teirra løtur við gleði og sorg. Samanlagt fylgja tit okkara borgarum heilt bókstaviliga úr vøggu í grøv. Tit syrgja eisini fyri, at vit kunnu ganga og koyra trygt í ferðsluni, at vit fáa reint vatn úr krananum og at vit sleppa av við okkara rusk. Tað er eisini tykkum at takka fyri, at vit í frítíðini kunnu hugna okkum við ymiskum mennandi og heilsufremjandi tilboðum og tiltøkum.

Tilsamans veita tit øllum borgarunum í okkara kommunu eina ótrúliga umfatandi, breiða og góða tænastu.”

  

Tey, ið vóru heiðra, vóru hesi:

 

10 ára starvsdag

Apollonia Syderbø

Ella Norðoy

Eyðbjørg Magnusson

Malena Hejnessen

Per Johannessen

Vígdis Biskupstøð

Jóngerð Sørensen

Cathrine Steinberg

Gert Wolff-jensen

 

20 ára starvsdag

Omi Joensen

Frida Marsten

Winnie Fuglø

Lis Sólsker

Malan Jacobsen

Marianna Anthoniussen

Rutt Norðoy Joensen

Líggjas Hansen

Hans Hjalti Skaale

 

25 ára starvsdag

Mna Bjartalíð

Jákup Joensen

 

30 ára starvsdag

Thora Hansen

Sigrid Fredriksberg

Kristoffur Olsen

Finnur Sigurðsson

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu