Tíðindi

11.12.2018
Gakk ella renn – kom við!

Leygardagin 15. desember fara vit aftur at ganga og renna fyri sálarheilsuna.

Kommunan og Treysti hava í felag skipað fyri tiltakinum "Gakk ella renn fyri sálarligu heilsuna", og hevur hetta tiltakið fingið sera góða móttøku.

Leygardagin bjóða vit aftur øllum at vera vælkomin til ein hugnaligan túr. Hetta verður seinasta gakk ella renn tiltakið í ár.

Við tiltakinum ynskir kommunan at varpa ljós á týdningin av ABC fyri sálarliga heilsu, sum er: ver saman, ver virkin og ver hugbundin. Tí bjóða vit øllum at vera hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan gongu- og rennitúr, sum byrjar og endar við Býráðshúsið. 

Vit hittast kl. 11, og so ganga ella renna vit øll í 15 minuttir, áðrenn vit aftur venda nøsini móti Býráðshúsinum, har kommunan bjóðar juice og vatn omaná túrin. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina frískliga og heilsugóða byrjan uppá vikuskiftið.

 

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu