Tíðindi

12.12.2018
Vælverudepilin tikin í nýtslu

Tað var ein stór løta, tá vælveruøkið í gjár alment varð tikið í nýtslu. Fleiri møttu til móttøkuna, sum Klaksvíkar svimjihøll, við Torkil Mørkøre á odda, hevði skipað fyri.

Torkil, sum er dagligur leiðari í svimjihøllini, bjóðaði vælkomin, og greiddi eitt sindur frá teimum mongu møguleikunum, sum vælverudepilin bjóðar. Síðani helt varaborgarstjórin, Signhild V. Johannesen, røðu, har hon m.a. takkaði starvsfólkunum fyri gott samstarv og íðni. Saman kunnu starvsfólk og politikkarar vera við til at stýra rákinum, og somuleiðis vera við til at mynda býin, segði varaborgarstjórin.

Síðan var boðið inn til nýggja vælveruøkið, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Torkil gav sær góðar stundir at greiða fólki frá, hvøjra heilsufremjandi ávirkan gosbaðið, ljósið, hitaviðgerðaklivin, dampbaðið og potturin við køldum vatni uttanfyri, hevur.

Les meira um tilboðið her og bílegg tær eina tíð longu nú á www.kid.fo

 

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá varaborgarstjóranum

***

Vit renna og tuska, vit stremba og stressa, ja kanska ongantíð meira enn í jólamánaðinum. Hvørjum vit renna eftir, ella renna undan, vita vit helst ikki.

Vit hoyra um vinir og starvsfelagar, sum ikki hóra undan, men fáa stress.

Stress er eitt orð, sum ikki lá so frammaliga í mínum barnaárum. Kanska kemst tað av, at kappingin og avbjóðingarnar ikki vóru tær somu sum í dag.

Í dag hevur tað stóran týdning, at vit eru “on”. Arbeiðsplássið krevur tað, familjan krevur tað, og vit krevja tað av okkum sjálvum. Internetið, telefonin og allir hinir talgildu hentleikarnir gera, at vit allatíðina fáa innlit í, hvat hini gera og setur tað kanska krøv til okkum um, hvat vit áttu at gjørt.

Soleiðis var tað ikki fyrr!

Eg veit at tíðin ikki stendur í stað, og at tað ikki ber til at bakka. Men hesum vil eg partvíst mótmæla. Tí tað eru vit sum seta dagsskránna, og tí eisini vit sum kunnu seta mørk.

Men tað krevur mót, tí vit kunnu ikki melda okkum út úr samfelagnum, vit eru ein partur av tí, og tí verða vit til tíðir drigin við - viðhvørt meir, viðhvørt minni.

Tá vit so av ymiskum orsøkum hava tørv á at seta ferðina niður, er tað gott við góðum aktivitetum sum tvinga okkum at vera still, njóta løtuna og bara hugsavna okkum.

Vit kunnu m.a. seta bilin, fara ein gongutúr, serliga nú tað er so hugnaligt at ganga og hyggja í handilsvindeygu. Avspáka í desember, baka eitt slag av smákøkun, heldur enn at keypa trý sløg.

Og tað kennist gott, minnir um fyrr, minnir um ommu sum gekk heima, stákaðist, sang og bara var, uttan øll nútíðar krøv.

Ein segði tað soleiðis, tá hann var spurdur um hví honum dámdi at svimja: “tá verði eg ongantíð avbrotin av einari telefon ella øðrum skermum. Tað er veruliga kvalitetstíð.”

 

Góðu tit øll – starvsfólk og gestir

Í dag bjóða vit býnum inn til eitt vælveruøki, ein frístað, ið ikki finst aðrastaðni í Føroyum enn í Klaksvík. Hetta er nýtt og spennandi, og gevur avgjørt meining í dagsins samfelagi. Her fara vit at slappa av, hvíla heilan og mýkja vøddar.

Eg eri sannførd um, at hetta tilboðið fer at gera mongum gott.

At hava so íðin starvsfólk, sum deila dreymar við okkum politikkarum, er bara so fantastiska gott. Tí tað er júst soleiðis, at starvsfólk kunnu vera við til at stýra rákinum, og somuleiðis vera við til at mynda býin. Tá ið báðir partar kenna vegin og vilja málið, so gongur ferðin væl.

Hóast arbeiðið hevur drigið nakað út, so kunnu vit í dag fegnast um, at vælverudepilin nú letur upp.

Torkil hevur royndarkoyrt og klárgjørt vælverudepilin á besta hátt, og eigur tú, Torkil, eina stóra tøkk fyri tað.

Stóra takk til tykkum starvsfólk her í svimjihøllini, takk til borgarstjóran og umsitingina í býráðnum.

At skapa nýtt er neyðugt og hoyrir tíðini til. Men tað merkir ikki, at vit ikki eisini skulu steðga á, hugsavna okkum og njóta umstøðurnar, tí tað er nú vit hava tíð, og tað er nú vit skulu liva

Hjartaliga vælkomin í vælveruøkið í svimjihøllini.

Gleðilig jól

 

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu