Nýggjastu tíðindi

27/12/2018

ÆTLAR TÚ BRENNA BÁL Á NÝGGJÁRINUM?


Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast hjá Sløkkiliðnum.

Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum.

Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni, sum er tøk her.

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað.

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:

·       Reinur og turrur óviðgjørdur viður

·       Ólitað pappír og papp

·       Jóla­trø og annað grann

 

Hetta er ikki loyvt at brenna:

·       Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)

·       Viðgjørdur og málaður viður

·       Sagu­spønir og spønplátur

·       Húsarhaldsburturkast

·       Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)

·       Klæðir, leður og annað

·       Mjólkarpakkar

·       Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)

Nýtt í kommununi

MYNDARØÐ: Almenn móttøka fyri greipuvinnarunum frá Mjølni
24/04/2019

Fyrr í dag varð skipa fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík fyri greipuvinnarunum frá Mjølni. Les meira »

Býráðsskrivstovan er stongd flaggdagin
23/04/2019

Býráðsskrivstovan er stongd flaggdagin 25. apríl, sum er hósdagin. 26. apríl aftur opið sum vanligt. Somuleiðis er Klaksvíkar Svim… Les meira »

Flaggdagshald
23/04/2019

Mikudagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald í Vágstúni. Í hesum sambandi er ongin gjøgnumkoyring frá kl. 13.30 til haldið er l… Les meira »

Vís fleiri