Nýggjastu tíðindi

07/01/2019

Nýggi Vinnu- og mentarnarstjórin er byrjaður í starvinum


Eirikur í Jákupsstovu tók formliga við stavinum 1. januar og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði honum vælkomnum og ynskti honum bestu eydnu í starvinum.

-       Eg havi glett meg nógv at byrja, og tí er frálíkt at vera komin í gongd. Arbeiðsøkið er stórt og uppgávurnar nógvar, tí vil eg sjálvsagt nýta fyrstu tíðina at møta nýggju starvsfeløgum og vitja stovnar og fyritøkur í kommununi, og við tíðini menna eitt gott samstarv á vinnu- og mentarnarøkinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Eirikur í Jákupsstovu er 31 ára gamal, útbúgvin løgfrøðingur og er búsitandi í Klaksvík. Eirikur hevur millum annað starvast hjá Betri Trygging, sum ráðgevi á Fólkatingi, umframt royndir sum journalistur hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum.

Nýtt í kommununi

Søla av grundøki undir Hamri
14/03/2019

Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av fastari ogn, lýsir Klaksvíkar Kommuna eitt grundøki undir Hamri… Les meira »

Fótbóltur fyri børn við tilflytarabakgrund
14/03/2019

Leygardagin 30. mars 2019 bjóðar Fótbóltssambandið øllum børnum (5 – 12 ár) við tilflytarabakgrund til eitt stuttligt fótbóltstilt… Les meira »

Ítøkilig amboð til arbeiðið við fleirmæltum børnum á veg
12/03/2019

Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á eina slóðbrótandi verkætlan, ið hevur til endamáls at framleiða amboð til teirra, ið arbei… Les meira »

Vís fleiri