Nýggjastu tíðindi

07/01/2019

Mylnuhúsið verður 20 ár


Í samband við at Mylnuhúsið 16. januar 2019 verður 20 ár, bjóðar Mylnuhúsið øllum í føðingardag.

Tað eru 20 ár síðan Mylnuhúsið lat upp á fyrsta sinni. Mylnuhúsið byrjaði sum ein sjálvognarstovnur við Honnu Thøgersen sum leiðara. Í stýrinum sótu tá: Elisabett ( Betta ) Joensen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, næstformaður og Kristian Fríðrik Olsen, nevndarformaður.

Børnini, sum byrjaðu í Mylnuhúsinum fyri 20 árum síðani, vóru í aldrinum 0 – 9 ár, men hetta varð broytt í 2011, tá Snjallabjalla lat upp.

Mylnuhúsið varð rikið sum ein sjálvsognarstovnur fram til 2015, tá avgjørt varð, at Mylnuhúsið skuldi gerast ein kommunalur stovnur.

Mylnuhúsið hevur síðani 2002 arbeitt við italienska arbeiðsháttinum “ Den integrerende baggrund” eisini nevnt “Sporpædagogik”. Hetta sæst aftur í dagliga virkseminum, tí fleiri siðvenjur hjá Mylnuhúsinum eru sprotnar úr sporum hjá børnum og vaksnum, sum hava havt sína dagligu gongd í Mylnuhúsinum. 

Mikudagin 16. januar frá kl. 15.00 – 17.00 bjóðar Mylnuhúsið bollar og kakao.

Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Mylnuhúsinum.

Nýtt í kommununi

Summarið er komið
25/06/2019

1. d á Skúlatrøð er í dag útferð í Árnafirði. Veðrið er av tí fagrasta, og merkist tað, at summarfrítíðin er í nánd. Les meira »

Snjallabjalla søkir eftir fýra námsfrøðingum
25/06/2019

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Snjallubjallu at byrja 19. August 2019. Les meira »

Hesi vegastrekki verða asfalterað í vikuni
24/06/2019

Í viku 26 fer Klaksvíkar kommuna at asfaltera hesar vegir: Les meira »

Vís fleiri