Tíðindi

11.01.2019
Námsfrøðingur til stovueindina á Brekku

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til nýggju stovueindina á Brekku, sum er undir leiðslu dagrøktarleiðarans.

Nýggja stovueindin á Brekku 36 er opin, tá bráðfeingistørvur á plássum kemur fyri.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at:

- Hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum

- Vera við til at menna námsfrøðiliga tilboðið í samstarvi við onnur roynd starvsfólk á eindini
- Skipa gerandisdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
- Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
- Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum

 

 Vit ynskja, at tú:
- Hevur royndir innan dagstovnaøkið
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
- Hevur hug og áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast, trívast og mennast

 

Setanarviðurskifti:
Starvið er leyst at seta frá 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum  Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya pedagogfelag.

Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Starvið er tíðaravmarkað til 1. august 2019. 

Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara á tlf. 22 57 19

Umsókn saman við prógvi og CV skulu sendast til dagrokt@klaksvik.fo

Umsóknarfreistin er 25. Januar 2019

 

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu