Nýggjastu tíðindi
Royal Run felagsvenjing verður í dag kl. 18
Í dag, mikudagin 6. februar, verður skipað fyri felagsvenjing í samband við Royal Run tiltakið. Renningin verður skipað í samstarv við Treysti.
Endamálið við venjingunum er at savna tey mongu, sum hava meldað seg til Royal Run, soleiðis at øll kunnu fáa eina góða og bleyta byrjan. Byrjað verður frá býráðshúsinum og runnið verður í áleið 30 min.
Øll kunnu verða við
Venjingin verður skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Royal Run er ikki ein kapping, men høvuðsendamálið er, at fáa so nógv sum møguligt at vera virkin. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka til venjingarnar.
Í alt eru heili 2.721 fólk tilmeldaði til Royal Run tiltakið í Klaksvík 1. juni.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Eisini tey, sum ikki luttaka til Royal Run
Nýtt í kommununi

Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt. Les meira »

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski h… Les meira »

Fyrilsetur við Steffen Gram, tíðindamanni hjá DR. Les meira »