Nýggjastu tíðindi

11/03/2019

Klaksvíkar kommuna undirskrivað avtalu við Fjølrit


Nú kunnu skúlar og stovnar í Klaksvíkar Kommunu lógliga taka avrit av vardum verkum. Við eini avtalu við Fjølrit fáa høvundurar, tónaskald ella myndlistafólk viðurlag fyri sítt arbeiði. Klaksvíkar Kommuna er tí við til at tryggja grundarlagið hjá hesari skapandi vinnu.

Klaksvíkar kommuna fegnast um, at avtala nú er komin í lag og er undirskrivað við Fjølrit, tí kommunan skal til eina og hvørja tíð stuðla og menna føroyskari mentan. Stovnar undir Klaksvíkar kommunu kunnu við avtaluni taka avrit av verkum til innanhýsis nýtslu ella sum undirvísingartilfar á lógligan hátt, og er kommunan við hesum við til at gera atgongdina til undirvísingartilfar betri.

 

Leggja lunnar undir eina langtíðaravtalu

Nýttur verður avtalufrymilin, sum Kommunufelagið viðmælir. Avtalan er galdandi í 2 ár, og endamálið – umframt at rættindahavar fáa viðurlag – er at leggja lunnar undir eina langtíðaravtalu. Sambært avtalunum, sum Fjølrit hevur gjørt, rinda skúlar og stovnar ikki fyri fyri hvørt eintak, men eina upphædd fyri hvønn næming/starvsfólk. Nøgdin av avritum er sostatt ikki avgerandi fyri, hvussu nógv skúlar og stovnir skulu rinda eftir hesum frymli

Nýtt í kommununi

Klaksvík karmur um altjóða vinnu- og vørusýnig
21/05/2019

Fyrrapartin í dag lat Atlantic Fari dydnar upp til Føroya størstu vinnu- og vøruframsýning. Komandi dagarnar fara sølufólk, keypar… Les meira »

Nógv størv í Klaksvíkar kommunu
20/05/2019

Klaksvíkar kommuna hevur tørv á millum annað námsfrøðingum, hjálparfólkum til dagstovnaøkið, húsavørðum, sosialráðgeva og einum um… Les meira »

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum (farloyvisstarv)
16/05/2019

-          Eitt starv sum fyri sosialráðgevi til Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum er leyst at søkja. Starvið er tíðaravmarkað f… Les meira »

Vís fleiri