Nýggjastu tíðindi

14/03/2019

Søla av grundøki undir Hamri


Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av fastari ogn, lýsir Klaksvíkar Kommuna eitt grundøki undir Hamri til sølu. Talan er um grundøki nr. 1 við støddini uml. 8.600 m2, sum liggur í øki B1, ið er ídnaðarøki sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík.

Ognin verður lýst til sølu fyri minst kr. 600,- m2 til endamál svarandi til ásetingar byggisamtyktarinnar.Økið er enn ikki matrikulerað, men áheitan um matrikulering er latin Umhvørvisstovuni til góðkenningar. Søla av ognini er treytað av, at umsøkta matrikulering verður góðkend.

Saman við tilboðnum skal verða latin frágreiðing um, hvørjar ætlanir eru við bygging á ognini og skitsa av ætlaðari útsjónd. Bygging og skipan av ognini annars skal verða soleiðis skipað, at økið tekur seg væl út og fríðkan skal vera framd, smb nærri avtalu við Klaksvíkar Kommunu. Kommunan setur sum treyt, at komandi verkætlan skal verða byrjað í seinasta lagi 2 ár frá yvirtøkudegnum.

 

Upplýsingar um ognina kunnu fáast á Teknisku Umsiting, telefon 410000.

Við heimild í § 6 í somu kunngerð stendur tað kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka. Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, inntil ognin er seld.

 

Tilboð skulu vera skrivlig og skulu vera Klaksvíkar Kommununi í hendi í afturlatnum brævbjálva. Viðmerk brævbjálvan:  Ídnaðarøki undir Harmi. Innkomin tilboð skulu vera latast inn í seinasta lagi 3. apríl 2019 á middegi.

 

Klaksvíkar Kommuna

Vinnu & mentanardeildin

Postboks 2

710 Klaksvík

Nýtt í kommununi

Klaksvík karmur um altjóða vinnu- og vørusýnig
21/05/2019

Fyrrapartin í dag lat Atlantic Fari dydnar upp til Føroya størstu vinnu- og vøruframsýning. Komandi dagarnar fara sølufólk, keypar… Les meira »

Nógv størv í Klaksvíkar kommunu
20/05/2019

Klaksvíkar kommuna hevur tørv á millum annað námsfrøðingum, hjálparfólkum til dagstovnaøkið, húsavørðum, sosialráðgeva og einum um… Les meira »

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum (farloyvisstarv)
16/05/2019

-          Eitt starv sum fyri sosialráðgevi til Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum er leyst at søkja. Starvið er tíðaravmarkað f… Les meira »

Vís fleiri