Nýggjastu tíðindi

05/04/2019

Felags ítróttartiltak í KÍ høllini


Leygardagin 6. apríl verður skipað fyri felags ítróttardegi. KÍ høllin er karmur um tiltak, sum verður frá kl. 11.00 til 14.00. Tiltakið er ein liður í átakinum hjá ÍSF, sum hevur heitt á ítróttarfeløgini í Føroyum, um at hava opið hús hendan dagin.

Alla vikuna hevur verið boðið til opið hús, har ítrótturin í Klaksvík hevur vist teimum vitjandi síni tilboð. Fleiri hava nýtt høvið, at vitja ítróttargreinar, sum tey dagliga ikki gera brúk av.

Hetta átakið, sum eisini hevur havt til endamál at varpa ljós á ABC sálarheilsu, hevur eydnast sera væl, siga stigtakararnir, Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, og Anja Olsen, samskipari hjá ABC í Klaksvíkar kommunu.  

Hendan vikan hevur avgjørt sett sjóneyku á fjølbroyttu tilboðini í býnum, har borgarar kunnu verða saman um ymiskan ítrótt, men uttan sjálvboðið arbeiði, hevði eitt slíkt tiltak als ikki borið til. Tí fegnast vit um tey mongu, sum dagliga gera eitt megnar arbeiði fyri allar borgararnar, sum ynskja at verða virkin og saman í ymiskum ítrótti, sigur Beinta Klakstein.

Skráin leygardagin er fjølbroytt, og vóna stigtakararnir at fleiri møta til tiltakið. Bjóðað verður okkurt gott til góman, og ÍSF stuðlar við vatni frá Føroya bjór. Eisini hava umboð frá ÍSF ein fittan vin við, tá tey koma á vitjan leygardagin.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tey, sum luttaka til tiltakið:

 

Klaksvíkar Judofelag

  • Dystur verður leiktur

 

Klaksvíkar fimleikarafelag

  • Tricking, parkour, lop og rytma – kom og royn teg!

 

Treysti

  • Luttaka við bási kl. 13.00
  • Upphiting til Royal Run felagsvenjing kl. 13.45 
  • Royal Run felgasvenjing kl. 14.00 

 

Kappróðrarfelagið

  • Fípan Fagra luttekur við fyra rógvimaskinum

 

Mjølnir

  • U17 landsliðið hjá dreingjum venur frá kl. 12:30 til 15:00 í batmintonhøllini.
    Mjølnir hevur opið hús í felagshølunum í Badmintonhøllini, har ein myndaframsýning eisini kann síggjast.
    Mjølnir bjóðar kaffi.

 

Stjørnan luttekur

Hávur luttekur

ABC fyri sálarheilsu luttekur við bási.

 

 

Nýtt í kommununi

Kommunala Eftirlitið góðkent Spaniastovu-verkætlanina
19/07/2019

Kommunala Eftirlitið hevur gjørt niðurstøðu í málinum um avrikssáttmálan millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu, har eftirlitið… Les meira »

Starvsfólk til Húsið
16/07/2019

Ynskir tú eitt spennandi, lívligt og avbjóðandi starv, so eru tvey leys størv á ávíkavist 20 og 25 tímar leys at søkja í Húsinum. Les meira »

Borðoyarvík skal ruddast
16/07/2019

Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað. Les meira »

Vís fleiri