Tíðindi

23.04.2019
Flaggdagshald

Mikudagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald í Vágstúni. Í hesum sambandi er ongin gjøgnumkoyring frá kl. 13.30 til haldið er liðugt.

Grønu og gulu skótarnir skipa saman fyri flaggdagshaldinum, sum verður í Vágstúni mikudagin 25. apríl kl.14.00

Í samband við flaggdagshaldið, verður ikki koyrandi gjøgnum Vágstún frá kl.13.30 og inntil haldið er liðugt. 

Anfinn Kallsberg heldur flaggdagsrøðuna, og skrúðgongan fer av parkeringsøkinum við Norðoya Sparikassa yvir í Vágstún kl. 14.00 Eftir flaggdagshaldið bjóða skótarnir til kaffi í KFUM & K, og har verður eisini tombola.

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy