Tíðindi

24.04.2019
MYNDARØÐ: Almenn móttøka fyri greipuvinnarunum frá Mjølni

Fyrr í dag varð skipa fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík fyri greipuvinnarunum frá Mjølni.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu og Jóhann Lützen, formaður í Mjølni, segði nøkur orð. Millum annað segði hann, at Mjølnir var um at skriva undir ein nýggjan tvey ára sáttmála við Australska venjaran.

 

Røðan sum Jógvan Skorheim helt í býráðshøllini seinnapartin

 

Gott kvøld, øll somul!

Góðu leikarar, liðleiðarar, áhugafólk og stuðlar.

Vit hava verið vitni til eitt fantastiskt kappingarár. Tað hevur verið stuttligt at verið Mjølnir viðhaldsfólk. Kappingarárið hevur verið ein støðug gongd frá sigur til sigurs.

Góðu leikarar. Hjartaliga til lukku við greipuni!

Tit hava verið einaráðandi í bestu deildini.

Tit hava lyft støðið á føroyskum flogbólti.

Tit hava víst vilja og áræði.

Og tit hava sanniliga eisini víst tykkum sum eitt meistaralið.

Tit hava gjørt nakað, ið eingin annar hevur gjørt undan tykkum.

Tit hava vunnið greipuna!

 

Hetta er fyrstuferð, at MJØLNIR menn vinna greipuna! 

Tað krevur áhaldni, venjing og samanhald at náa slíkum úrslitum.

Dysturin leygardagin var eisini ein staðfesting av júst hesum. Menn arbeiddu fyri hvørjum øðrum. Stríddust um hvønn bólt, og slóðu hart í avgerandi løtunum. Allatíð var viljin til staðar, hóast stigatalvan til tíðir bendi á, at Fleyr hevði øll kortini í hondini. Tit vildu ikki geva upp, og tí komu tit hvørjaferð sterkt aftur, og kundu til seinast standa á sigursskamlinum.

Sum áskoðarar vóru vit spent - sum ein fjøður. :)

Tí var gleðin eisini stór, tá seinasti bóturin var spældur.

Sjálvdan mangli eg orð, men tað gjørdi eg, tá ið eg skuldi handa tykkum steypið og heiðursmerkini.

 

————

Dear Phil!

It has been fantastic to have you here in Klaksvík and in Mjølnir. You have contributed with a new level of volleyball, and been a fresh breath to the Faroese volleyball turnement. We have seen jumps that are higher than we have  ever seen before, and we have seen top level “smashes” that has been breath taking. 

The First time I met you, was in Thorshavn, to our national day Ólavssøka. I showed you the parliament and after that you, Thorvald and me had a discussion about the upcoming season.

Already then I saw the dedication from you. You had high expectations to your team, and you had a clear goal to win the double.

Today, the team has been lead to the double.

As mayor of Klaksvík, I want to thank you for a fantastic season. You have fallen in love with Klaksvík, and I have also noticed, that you have found your love here - a sweet girl from our city. 

So we hope to see you here in Mjølnir for many years in the future. :)

 

***

 

At bíða í 15 ár sigur nógv. Fleiri ferðir hevur verið roynt at samla eitt lið, sum kann bjóða teimum bestu av. Hóast roynt hevur verið í 15 ár, so hevur tað ikki eydnast at røkka heilt upp á ovastu tindar.

Ja, sjálvt um eg enntá sjálvur valdi at taka skógvarnar fram aftur í 2011, so hjálpti einki. :)

Ikki tí, eg haldi ikki, at tað var nakar annar enn eg sjálvur, sum helt, at tað fór at hjálpa nakað :)

At vit ikki hava fingið føroyameistaraheitið til Klaksvíkar fyrr enn nú, er bara ein staðfesting av, at tit - leikarar - hava staðið fyri einari stórhending. 

———

Tit leikarar!

Nú hava tit givið alt, og tit náddu tí, tit settu tykkum fyri.

Seinni í ár verður landsliðsflogbóltur aftur á skránni, og lúr meg, um vit ikki tá fara at síggja MJØLNIR væl umboðað á landsliðnum. Tað hava tit uppiborið.

———

Fortreytin fyri góðum úrslitum er eisini, at leiðslan í felagnum dugir at seta út í kortið, og leggja lunnar undir virkseminum, so leikararnir kunnu hugsavna seg um at skapa úrslit.

Tí vil eg eisini ynskja tykkum, sum sita í nevnd, hjartaliga til lukku við greipuni í ár, og eisini fyri tey góðu úrslitini, ið tit hava fingið í øðrum deildum.

Kvinnurnar vóru um reppið at spæla seg til finalupláss og í yngru deildunum sæst eisini menning, og gevur hetta okkum trúnna upp á eina spennandi flogbóltsframtíð í Klaksvík.

Eg haldi, at vit kunnu siga, at tit valdu at skrúa sjuntin upp í samband við hetta kappingarárið. Tit hava verið ambitiøs, og tað hevur givið úrslit.

Í kvøld fagna vit greipuvinnarunum og góðu úrslitunum í ár. Ungdómsarbeiðið í felagnum er gott og ber boð um eina spennandi framtíð, og eg ivist ikki í, at kvinnurnar eisini kenna svongd á sær eftir hetta kappingarárið. So vit kunnu eisini longu byrja at gleða okkum til komandi kappingarár. Tá vænta vit, at vit vinna greipuna í minsta lagi tvær ferðir - bæði hjá kvinnum og monnum.

———

Eg vil til seinast enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku við greipuni og takka fyri tær mongu góðu løturnar, tit hava givið okkum áskoðarum.

 

Vit eru stolt av tykkum!

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu