Tíðindi

07.06.2019
Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu

- Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir tveimum dagrøktarum at byrja 1. september 2019. Talan er um tíðaravmarkað størv í fyribils 1 ár

Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 13 dagrøktarir, eitt hjálparfólk og ein námsfrøðingur ½ tíð. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 45. Aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarar, tveir dagar saman við børnunum í spælustovuni.

 

Vit ynskja, at tú

-          hevur hegni og áhuga at arbeiða við børnum

-          kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag

-          ert fyritakshuga/ur og skapandi

-          hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

-          kann samskifta og samarbeiða við foreldur og starvsfelagar

Í heiminum hjá dagrøkaranum skal vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal vera pláss fyri sovivognum og tvíburðastóli.

 

Lønar- og setunarviðurskifti

Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15. Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara, á telefon 22 57 19.

 
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2019. Umsóknin skal sendast til dagrokt@klaksvik.fo  ella Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt, á Brekku 36, 700 Klaksvík

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy