Tíðindi

07.06.2019
Klinikkassistentur til Barnatannrøktina

- Søkt verður eftir klinikkassistenti at arbeiða 15 tímar um vikuna, býtt á tveir arbeiðsdagar um vikuna. Umsøkjarin tekur við starvinum 15. august 2019.

Barnatannrøktin kannar og viðger børn og ung í aldrinum 0-17 ár í Klaksvíkar kommunu og hinum kommununum í Norðoyggjum. Arbeitt verður við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora. Tannrætting fer fram á privatari tannlæknastovu.

Hjá Barnatannrøktini verður tú partur av einum toymi við 9 starvsfólkum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt vanligt klinikkassistentarbeiði, so sum at hjálpa á tannlæknastovunum og arbeiði í sterilisatiónini. Til tíðir kemur tú eisini at arbeiða í móttøkuni við telefonavgreiðslu o.ø. Harafturat kemur tú at taka lut í fyribyrgjandi- og upplýsandi arbeiðinum, sum Barnatannrøktin hevur á tannlæknastovuni, á skúlum og á stovnum.

 

Vit vænta, at tú:

·         hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og ert fyrikomandi

·         at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum

·         at tú ert nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt

Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

Umsókn og freist

Umsókn, avrit av prógvi o.a. skal sendast til unnja@klaksvik.fo ella sum bræv til: Klaksvíkar kommuna, Barnatannrøktin, Skúlavegur 2, FO-700 Klaksvík. Viðmerk: Starvsumsókn til Barnatannrøktina.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Unn Jakobsen, tannlæknaleiðara á tlf. 455651 ella 585916

 

Umsóknarfreist er 24. juni 2019

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu