Tíðindi

14.06.2019
Umsitari til Maritima depilin (endurlýsing)

- Ert tú okkara nýggi umsitari av Maritima deplinum hjá Klaksvíkar kommunu? Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, fyribils í eitt ár, har tú sum umsitari kemur at vera við til at menna tað maritima økið rundan um smábátarnar í Klaksvíkar kommunu.

Arbeiðsuppgávur
• Dagligt viðlíkahald av bátabrúgvunum í kommununi.
• At loysa uppgávur verkliga og sum ráðgevi, tá bátabrúgvar verða skiftar út.
• Tryggjar, at bátabrúgvar verða brúktar á ein forsvarligan og skilagóðan hátt.
• Umsitingarliga at vera á staðnum og verða fyrsta liðið millum bátaeigarar, Klaksvíkar havn og Klaksvíkar kommunu.

o Umsita kortini til el.
o Taka ímóti og tryggja at gjald verður tikið fyri gestapláss.
o Samskipa leiklutin hjá smábátum í samband við størri tiltøk í býnum.
o Tryggjar eitt smidligt samskifti um ynskini hjá bátaeigarum inn til kommununa

Førleikakrøv
Vit vanta, at tú hevur royndir innan handaligt-/handverksligt arbeið, umframt áhuga fyri tí Maritima
økinum. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðssom/samur og vælskipað/ur. Tú dugir at
arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til
arbeiðs- og maritimaumhvørvið.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Handverkarafelag. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 17.00 gerandisdagar, tó kann talan verða um nakað av arbeiði í vikuskiftum og um kvøldarnar, serliga í summarhálvuni tá smábátar koma á vitjan. Arbeitt verður út frá havnaskrivstovuni við tilvísing til Havnastjóran.


Umsóknir
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til:
Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík, Mrk. Arbeiðsfólk til Maritima depilin

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudag 3. juli kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eirik í Jákupsstovu, Vinnu og Mentanarstjóra, á tlf.: 221813 ella Meinhard Petersen, Havnastjóra, á tlf. 455081.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy