Tíðindi

17.06.2019
Graslíkið verður skift á Djúpumýru

Tað gongur skjótt at taka gamla graslíkið av. Fólk frá Klaksvíkar kommunu byrjaðu tíðliga í morgun uppá arbeiðið, sum vantandi verður liðugt longu í morgin.

Seinni í vikuni koma fólk at leggja nýggja graslíkið á, umframt at ljósmastrarnar eftir ætlan verða settar upp í komandi viku. Arbeiðið, sum nú er farið í gongd, verður vantandi liðugt seint í juli, og arbeitt veður soleiðis, at tað ikki órógvar leikskránna hjá KÍ.
Tað hevur verið arbeitt kring vøllin í longri tíð, og samlaða verkætlanin er víðfevnandi. Tað verður tí spennandi at síggja endaliga úrslitið, tá leikt verður á Djúpumýru kappingarárið 2020/21.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy