Tíðindi

21.06.2019
Malan og Finngerð heiðraðar fyri drúgva og trúðfasta tænastu

Í sambandi við, at Malan Thomsen og Finngerð Danielsen í dag hava fingið "fortjenestemedalju" frá HKH Drotning Margrethu, varð skipað fyri móttøku í býráðshøllini.

 

Malan Thomsen, klinikkassistentur og Finngerð Danielsen, klinikkassistentur vóru í dag heiðraðar við kongaligari fortjenstmedalju fyri síni 40 ár í Barnatannrøktini

Fitt av fólki var komið saman til móttøkuna fyri Maluni og Finngerð, tá ið hátíðarløta var fyri teimum í býráðshøllini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu fyri Maluni og Finngerð og handaði hann teimum kongaligu fortjenstmedaljuna í silvur.

Borgarstjórin nýtti høvið at ynskja Maluni og Finngerð hjartaliga til lukku við starvsdøgunum og takkaði teimum fyri teirra lut í stóra og góða arbeiðnum á Barnatannrøktini, sum er komið fleiri ættarliðum av klaksvíkingum til góðar.

Eisini helt Unn Jakobsen, leiðari á Barnatannrøktini røðu fyri Maluni og Finngerð. Unn hevði nógv gott at bera, eitt nú í mun til teirra trúfesti, dugna, blídni og arbeiðsemi.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt fyri Maluni og Finngerð.

 

Góðu Malan og Finngerð

Flest okkara minnast, tá okkara smáu børn fingu sína fyrstu tonn, ella tá skúlabyrjanin nærkaðist, og fyrsta tonnin varð løgd undir koddan.

Stórar hendingar, sum onkursvegna minna okkum á, at lívið stendur ikki í stað.

Yvir 40 ár hava tit báðar vegleitt og hjálpt okkara yngstu borgarum. Bæði tá tennirnar eru komnar, men eisini tá tær av onkrari orsøk hava havt tørv á hjálp.

Vit minnast øll tær løturnar, tá hátalarin í skúlanum skróvaði, og boð vóru send eftir onkrum næmingi, sum varð boðsendur, tí nú var ein tannlæknavitjan fyri framman.

Tað kom meira enn so fyri, at næmingar ikki funnu vegin fram, og tí hava tit eisini mangan verið á gátt í skúlastovunum, har tit vinaliga bankaðu á dyrnar og við einum smíli heittu á næmingin, um at fylgja við á tannlæknastovuna.

Og nógvar munnu tykkara upplivingar hava verið, tá tit hava boðsent næmingunum, tí eg kenni bæði næmingar, sum gleddu seg og sóu hetta sum ein gyltan møguleika fyri at sleppa frá einum undirvísingartíma, men eg kenni eisini næmingar, sum ræddust, bara hátalarin tendraði J

Hvør minnist ikki eisini munnskolið? Onkur lærari vildi vera við, at tað varð ongin løta á skúladegum, har tað var so friðaligt, sum júst tá skúlatannrøktin kom við munnskoli. 

***

Sambandið millum tykkum og børnini man metast at vera ein av teimum mest persónligu og tøttu relatiónunum, tí ein vitjan hjá barnatannrøktini kann avgjørt senda barnið gjøgnum ymisk kenslurað.

Tí eri eg sannførdur um, at tað serliga eru tykkara menniskjaligu eginleikar, sum hava gjørt tykkum til so góð og avhildin starvsfólk.

Tit eru róligar, siðiligar, trúfastar og hava eitt barna­tekki, sum ger, at tey flestu kenna seg trygg við tykkum.

Saman við tykkara drúgvu royndum og fakkunnleika hava tit givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu vit vera trygg, hóast vit har til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu.

***

Eg fari neyvan heilt skeivur, um eg staðfesti, at kommunala barnatannrøktin var ein onnur, tá hon byrjaði í 1975, enn hon er í dag.

Malan, tú byrjaði sum klinikk-assistentur í 1975, og hevur verið við heilt frá byrjan.

Tað fyrsta árið helt Skúlatannlæknastovan til á ovaru hædd úti í Norðoya Banka, men nógv hendi á hesum øki ta tíðina, tí longu ímóti jólum í 1975 varð nýggj útgerð flutt í hølini, har Skúlatannlæknastovan er í dag.

Stutt eftir – í 1978 – byrjaði tú, Finngerð, so tit báðar hava upplivað og tikið tykkum av ómetaliga nógvum árgangum.

Ja, so nógvum, at tykkara fyrstu patientar í dag eru ommur og abbar hjá teimum, sum tit nú fáa inn um gáttina í barnatannrøktini

Hetta vitnar um eitt framúr trúfesti, ídni og dugnaskap, sum tú ikki finnur nógvastaðni íl dag, og sum vit øll kunnu taka við læru av.

Eisini sigur hetta frá týdninginum av góðum stabiliteti og samanhaldi á einum arbeiðsplássi, sum tykkara av sonnum á sigast at vera. 

***

Hátalarin í skúlanum er skiftur út, starvsfólkatalið er økt, og tit hava ment tykkum og víðkað tykkara tænastur nógv sum stovnur seinastu árini.

Hóast útgerðin á tannlæknastovuni byrjar at eldast, so er tað mín vón, at útgerðin – í eina tíð afturat – kann vera líka so stabil, sum tit báðar hava verið øll hesi árini J

***

Góðu Malan og Finngerð

Tykkara arbeiði verður í dag viðurkent við heiðri frá HKH Drotning Margrethu.

Á heimsíðuni hjá kongshúsinum stendur at lesa, at tann ið fær fortjenestemedaljuna avgerð sjálvur, nær medaljan verður brúkt.

So tað er til tykkum at avgera, hvussu ofta tit gera brúk av henni, men heiðurin eiga tit í óendaliga tíð – hjartaliga tillukku.

Hjartans takk fyri tykkara tryggu og trúføstu tænastu í øll hesi mongu ár, og fagrastu ynski, eisini framyvir.

Takk fyri.

 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars