Tíðindi

23.06.2019
Arbeiðini ganga hond í hond

Arbeiðið á rennibreytini er tikið uppaftur, loysn er funnin á eyravbjóðingini: Grønhøvdi verður ruddaður, og Endurnýtslan verður flutt.

Nógv virksemi er í býnum, og krevur hetta nógva samskipan. Í eina tíð hevur verið arbeitt við einari skynsamari loysn, har eyrurin av rennibreytini kann gagnnýtast í sambandi við annað virksemi í býnum. Loysn er nú funnin á hesum, tí nakað av eyrinum verður koyrt norður á Grønhøvda, sum í næstum verður nýggja staðsetingin hjá Endurnýtsluni.

Flytingin gevur møguleika at betra um umstøðurnar hjá Endurnýtsluni, m.a. við at Endurnýtslan framyvir ætlandi eisini kann taka ímóti vinnuligum burturkasti, sum fyritøkurnar í økinum hava ynskt. Økið rundan um Grønhøvda verður harumframt hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað. Økið hevur verið sera órudduligt í nógv ár, men seinastu vikurnar er nógv orka løgd í at rudda økið, so arbeiðið at gera hetta til eitt vakurt endurnýtslupláss kann byrja.

Verandi endurnýtslupláss á Bumshamri verður tí endurskipað soleiðis, at stóra sárið í fjallinum verður fylt upp, so økið aftur kann gerast vakurt.

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy